Seinastu 27 árini hevur norðmaðurin Bjørn Eidsvåg staðið á palli. Hesi mongu árini hevur hann útgivið ikki færri enn 15 plátur/fløgur. Tann seinasta av hesum var fløgan ?På svai?, sum kom á marknaðin seinasta heyst.
Hendan seinasta fløgan gjørdist ikki minni væl dámd enn tær undanfarnu, og endaði hon á ovastu rók á hittlistunum í norska útvarpinum, umframt at hon gjørdist nummar eitt á listanum hjá stóra norska blaðnum Verdens Gang.
Í vár fekk Bjørn Eidsvåg eisini heiðurslønina ?Årets spellemann?. Hendan heiðursløn verður givin á hvørjum ári, og tað eru millum annað Felagið fyri Norsk Plátufeløg og NRK, sum standa fyri at geva heiðurslønina.
?På svai?
Nýggjasta fløgan hjá syngjandi gudfrøðinginum er seld í umleið 100.000 eintøkum. Sjálvur sigur Bjørn Eidsvåg um fløguna, at hon er eitt savn av søgum, sum hann hevur roynt at greiða frá so stuttligani, spennandi og fløvandi sum gjørligt.
Fløgan var innspæld í smáttuni hjá Eidsvåg, sum hann hevur í fjøllunum við kenda skístaðið Geilo. Allir tónleikararnir, sum tóku lut á fløguni, eru góðir vinmenn hjá Bjørn Eidsvåg. Hesir hava allir áður tikið lut á bæði upptøkum og konsertum hjá honum.
Bjørn Eidsvåg sigur, at ein, tá ið man hevur upptikið fløguna í smáttuni, fær drigið kenslurnar og fløvan frá viðabulunum inn í fløguna.
Mikukvøldið í Norðurlandahúsinum
Tað verður komandi mikukvøld, at føroyingar fáa høvi til at uppliva Bjørn Eidsvåg á palli aftur í Føroyum.
Árligi jazz, fólka og blues festivalurin byrjar mikukvøldið, og tá er tað júst Bjørn Eidsvåg, sum skal enda kvøldið. Hann fer á pallin í konsertsalinum klokkan 22.15, og spælir hann so ein góðan tíma fram.
Tað er tó ikki bara Bjørn Eidsvåg, sum verður á skránni mikukvøldið. Millum annað byrjar kvøldið við, at føroyska ungdómsbigbandi, Jassarnir, undir leiðslu av Brandi Øssursyni, fara at spæla í Klingruni. Jassarnir er samansett av nøkrum av okkara evnaríkastu ungdómum innan tónleik. Talan er um 16 ung, sum eru úr 12 árum og upp í 17 ár.
Jassarnir hava eisini verið uttanlanda og spælt. Í 1996 tóku tey lut á European Youth Orchestra Festival í Keypmannahavn, og í komandi ári vilja grønlendingar fegin hava, at Jassarnir koma til Nuuk at spæla fyri teimum.
Niels Henning Ørsted Pedersen
Ein annar gamal kenningur, sum skal á pallin mikukvøldið, er Niels Henning Ørsted Pedersen ella NHØP, sum hann eisini verður kallaður.
Seinast, at Niels Henning Ørsted Pedersen vitjaði jazzfestivalin, var í 1986, og tað er gleðiligt at síggja hann aftur á klettunum.
NHØP spælir upp á sín víðagitna bass, og tað er fyri tað mesta jazzur, ið hann spælur. Saman við honum kemur eisini svenski guitarleikarin Ulf Wakenius. Hann hevur spælt nógvan suðurlendskan tónleik, og tað setur sjálvsagt sín dám á framførsluna hjá teimum báðum. Ulf Wakenius hevur áður spælt saman við so kendum nøvnum sum Svend Asmussen og Herbie Hancock.
Onnur
Tað eru sjálvsagt fleiri onnur, sum skulu á pallin í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Teirra millum er svenski klaverspælarin Elise Einarsdotter við sínum ensemble, sum var stovnað í 1984. Elise Einarsdotter, sum er klaverspælari í heimsklassa, spælir, saman við sínum ensemble, fyri tað mesta heimagjørdan tónleik við uppruna í jazzi og blues.
Haraftrat verða eitt nú føroyska bigbandi Jaspis á skránni, umframt at føroysk/danska guitarduoin hjá Heina av Skarði og Peter Falkenberg fer at royna seg á fyrsta sinni í Føroyum.
Atgongumerki til alt mikukvøldi, sum tað er, kostar 100 krónur, og framførslurnar byrja klokkan 19.30, tá ið jassarnir fara at fylla Klingruna við sínum ?swingandi? tónum.