Bjørn Kalsø skal leggja frá sær

Bjørn Kalsø má fara frá, sum landsstýrismaður í mentamálum.

So bersøgin er formaðurin hjá fólkafloksfelagnum í Suðurstreymoy, Jógvan Poulsen.

Hann sigur, at verður misálit á Bjørn Kalsø reist í Løgtinginum, vil hann hava Fólkaflokkinum at atkvøða fyri.

Tað er stjórasetanin á vinnuháskúlanum, sum fær Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum at taka so rívan til.

- Tað skulu góðar grundgevingar til fyri ikki at fylgja eini innstilling frá eini setanarnevnd, og um landsstýrismaðurin ivast í einhvørjum, eigur hann at lata setanarnevndina taka støðu til ivamálini og spyrja, um hetta broytir innstillingina.

- Spurningurin er, um Bjørn bara banar vegin fyri øðrum ógrundaðum avgerðum.

- Ætlar Bjørn at flyta Vinnuháskúlan til Klaksvíkar við einum pennastroki?

- Skuldu nøkur høvd bara rulla áðrenn, sum liður í fyrireikingunum, spyr Jógvan Poulsen.

Eftir hansara tykki er grundarlag fyri einum misáliti á Bjørn Kalsø.

- Um missálit á Bjørn Kalsø verður reist í Tinginum, so mæli eg tinglimum Fólkafloksins til at atkvøða fyri.

Bjørn má frá í stundini, sigur Jógvan Poulsen og alt hetta, og meiri afturat, sigur hann í lesarabrævi longur niðri á Portalinum