Bjálvingarplátur fuku við vindinum

Sløkkiliðið varð boðsent í vindinum í gjár

Veturin nærkast, og tað merkir, at veðrið eisini verður hareftir. Í gjár var sjón fyri søgn, tí tað var nógvur vindur í Havn í gjárkvøldið.

 

Politiið fekk eina fráboðan um storm- og vatnskaða. Talan var um nakrar bjálvingsplátur, sum fuku við vindinum, fortelur vakthavandi.

 

Sløkkiliðið bleiv boðsent at hyggja at tí, men hvussu standurin er í dag, veit politiið ikki at siga.

 

Hendan fráboðanin kom nakað aftaná 23 tíðina í gjárkvøldið.

 

Tá nógvur vindur er, vónar politiið, at fólk altíð hugsa um at taka ting, sum sløðast úti, upp.

 

– Vit heita altíð á fólk um at hugsa um, at vit búgva í einum vindharðum landi. Um okkurt liggur leyst, kann man risikera, at tað fer við vindinum og ger skaða, antin á persónar, djór ella ognir, sigur vaktleiðarin.