Seinastu árini hava næmingar og lærarar á Skúlanum á Løgmannabreyt savnað pening inn til Í menniskjum góður tokki.
Næmingar og lærarar hava gjørt ymiskt handaligt, eitt nú tekningar, jólapynt, køkur og annað, sum síðani er selt á einum hugnaligum tiltaki.
Skúlin sigur, at foreldur, ommur og abbar, og onnur áhugað, hava tikið stak væl undir við tiltakinum
Og í morgun handaði Baldur Niclassen í 4. flokki, Djóna Ejdesgaard frá Barnabata og aðalskrivari hjá Í menniskjum góður tokki, ein stóran kekk.
– Talið, sum skúlastjórin Høgni Joensen skrivaði á kekkin, var so stórt, at tríggir næmingar máttu hjálpa honum at lesa talið. Tað eyðnaðist skúlanum at savna heilar 26.176,50 krónur inn, sigur skúlin.
Djóni Ejdesgaard takkaði fyri og segði, at við hesari upphædd fingu fleiri enn 50 børn gávukort og sostatt eina góða jólagávu.