Bjargaður í evstu løtu

Tað var eitt satt undur, at Marnar Andreasen fríggjakvøldið varð bjargður í lítla báti sínum, sum varð steðgaður upp og drakk sjógv. Hann og bjargingarmenninir finnast harðliga at tilbúgvingini, men sjóbjargingarstøðin sigur, at alt var eftir bókini

Marnar Andreasen er við at koma fyri seg aftur eftir eina skelkandi hending fríggjakvøldið. Tað er eitt satt undur, at hann varð bjargaður, heldur hann.

Fríggjadagin fór hann úr Havn saman við einum ungum manni í einum lítlum stuttleikabáti. Hann legði inn í Skálavík, har ein ungur drongur kom við teimum, og teir róku suður eftir og tóku havhestaungar.

Á veg heim aftur fór hann aftur til Skálavíkar, setti hinar báðar av og legði fuglarnar upp á land.

- Eg ivaðist eina løtu, um eg skuldi gista, tí tað var nokkso gjálvut í sjónum, men eg valdi at sigla einasamallur heim, sigur Marnar Andreasen.

 

Ringdi til beiggjan

Tá ið hann umleið klokkan 21 var komin út fyri Glyvursnes, steðgaði báturin upp, og Marnar ringdi við fartelefon síni til beiggjan Árna.

Hann varð saman við øðrum monnum, og í skundi fingu teir fatur á einum maskinbáti.

- Vit sigldu suðureftir, og tað sló meg, at tað rak suður tríggjar tímar aftrat, sigur Hugo Joensen, sum stýrdi bátinum.

Hann helt tá við Árna, at teir heldur máttu ringja eftir hjálp, tí tað var myrkt, og báturin so lítil.

 

Smyril lýsti

Tá sóu teir Smyril koma norðureftir. Marnar var bangin fyri, at Smyrl fór at renna á seg, og hann bað hinar ringja til Smyril.

Smyril legði stilt eina løtu og lýsti við ljóskastaranum. Men Smyril sá ikki annan bát enn maskinbátin og helt so leiðina fram til Havnar.

Sambært Hugo Joensen vóru teir staddir á Glyvursnesi, tá ið teir umleið klokkan 22.20 ringdu til Alarmsentralin, 1-1-2, og bóðu um, at farið varð at leita eftir bátinum.

Nakað seinni ringdu teir eisini til MRCC og fóru samstundis at leita.

 

Komu beint á hann

Teir sigldu longur suður og tosaðu í telefonini við Marnar, sum royndi at lýsa við fartelefonini. Bátur hansara hevði eingi ljós.

Einaferð helt Hugo seg síggja eitt ljós, teir stýrdu móti ljósinum, og so lá Marnar beint framman fyri teimum.

Maskinbáturin legði upp at bátinum hjá Marnar, Hugo leyp niður í bátin, og tá varnaðist hann, at báturin var fullur í sjógv. Marner sjálvur hevði ikki sansað tað.

Hugo royndi at pumpa, men einki hjálpti.

Marnar og Hugi fóru báðir í maskinbátin, Hugo bant fast í lítla bátin hjá Marnari, og beint tá sakk tann lítli báturin, sum teir tó høvdu enda á.

Lílta løtu kom bjargingarbáturin Lív og tók lítla bátin upp á sleip.

 

Ov leingi at bíða

- Eg var so argur um, at hjálpin ikki kom fyrr. Men teir á Lív høvdu onga skyld, teir fóru beinanvegin avstað, tá ið teir høvdu fingið boðini. Slíkt kann øsa meg upp, og eg vil ikki uppliva tað aftur, sigur Hugo. Eftir hansara roknistykki gingu ein tími og fimm minuttir, frá tí at hann ringdi 1-1-2, til Lív gjørdi fast á bátin.

 

Røtt mannagongd

Robert Olsen, stjóri á Sjóbjargingarstøðini vísir øllum atfinningum aftur. MRCC fekk boðini frá alarmsentralinum klokkan 22.49. Boðini vóru, at ein jolla var steðgað upp og rak súðureftir við einum manni umborð. Maðurin hevði bara fartelefon, ongan VHF-ara. Tað er ikki krav, at so smáir bátar hava VHF.

Ikki fyrr enn maskinbáturin var komin til Marner, fekk Sjóbjargingarstøðin at vita, at báturin lak, og at Marner var í neyð.

 

Spurningur um sleip

- Frammanundan var tað bara ein spurningur um sleip. Tað er so ofta at smábátar steðga upp, og tað verður ikki roknað sum at vera í havsneyð. Vit fingu eisini at vita, at ein maskinbáturin var á veg til hansara, sigur Robert Olsen, sum heldur, at allir bátar áttu at havt VHF, eisini teir smáu.

10 minuttir eftir, at MRCC fekk boðini, ringdi Sjóbjargingarstøðin til sløkkiðiðið, sum bippaði eftir manningini til bjargingarbátin Lív, og 14 minuttir seinni loysti Lív.

- Hasum er einki at finnast at. Mannagongdin var sum eftir bókini, sigur Robert Olsen.

Hini eru ikki samdir. Tá ið ein bátur steðgar upp í myrkri, og tað rekur suður, er tað neyðstøða, heldur Hugo.