Hóast veðurforsagnirnar høvdu boðað frá regni og festivalgestirnir latið seg í regnklæði, so er tað ikki regni, sum hevur argað. Heldur er tað kuldin og hvøssu hvirlurnar, sum av og á seta pavillongir og telt í vanda.
Nýútbúni arkitekturin, Jóannes Martin Johannesen, hevur fest sær búgv í mest vindbarda staðnum á tjaldingarøkinum, men hevur eisini staðið royndina at halda pavillongina standandi.
- Vit eru faktiskt "Camp Epo" og áttu at verið spandexklæddir súkklumenn, men veðrið hevur ikki loyvt tí. Hørðu hvirlurnar hava sínar avbjóðingar fyri pavillonginar hjá okkum. Tíbetur vóru fólk vakin, tá ið ein sera sterk hvíla brast á, og vit hava síðani fingið helst tað mest vælfesta tjaldið og pavillongina, sigur Jóannes Martin, sum vónar, at pavillongin framvegis stendur, tá ið hann vaknar til seinasta G! dagin í morgin.