Bjargingarfólk finna deyð eftir tyrluvanlukku á Hawaii

Stutt eftir at vrakið av eini ferðafólkatyrlu varð funnið á Hawaii, vórðu seks deyð fólk funnin.

Seks fólk vórðu í gjár funnin deyð eftir tryluvanlukku á oynni Kauai á Hawaii hósdagin.

Sjey fólk vóru við tyrluni – ein flogskipari og seks ferðafólk, teirra millum tvey børn.

Sambært løgregluni á staðnum eru eingi tekin um, at nakar er komin frá vanlukkuni við lívinum.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Tey deyðu vórðu funnin stutt eftir, at vrakið av tyrluni varð funnið. Tað hendi, dagin eftir at tey mistu sambandið við flogskiparan.

Vraklutir vórðu staðfestir við tjóðarludina Koke’s State Park nærindis eina gjógv á oynni Kauai.

– Fleiri bjargingarfólk eru á veg, og leitanin eftir fleiri fólkum á lívi er í gongd, upplýsti løgreglan á Kauai í eini fráboðan í gjár sambært Reuters.

Løgreglan upplýsir, at trylan datt niður í einum øki í Koke’s State Park nevnt Nu-alolo.

Leitanin varð sett í gongd longu hósdagin í skýmingini, beint eftir at ferðaveitarin Safari Helicopters, sum eigur tyrlua, hevði boðað frá, at tey høvdu mist sambandið við tyrluskiparan.

Seinasta sambandið frá skiparanum var hósdagin klokkan 16:40 við boðum um, at bólkurin var á veg heimaftur av túrinum.

– Fyrst av øllum leita tankar okkara og bønir til familjurnar, sum hava mist, segði bergarstjórin í Kauai, Derek Kawakami, í gjár sambært tíðindastovuni AFP.

Kauai er fjórðstørsta oyggin á Hawaii við nógvum fjøllum og tropiskum regnskógi.

 

/ritzau/