Umboðsmaðurin átalar Tórshavnar kommunu

Umboðsmaðurin heldur tað vera átalu vert, at tað tók Tórshavnar kommunu 44 dagar at svara eini kæru

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av einari umbøn um innlit.

 

Tórshavnar kommuna gav eftir 44 døgum klagaranum noktandi svar uttan at hava givið kunning frammanundan um orsøkina til seinkanina, og nær ein avgerð kundi væntast.

 

Hetta helt umboðsmaðurin vera átaluvert.

 

Umboðsmaðurin helt eisini, at grundgevingin fyri at nokta umbønini ikki leyk kravið um grundgeving í fyrisitingarlógini, og at heimildin í innlitslógini, ið kommunan hevði nýtt, ikki var nýtilig í hesum føri. Harafturat helt umboðsmaðurin tað vera atfinningarsamt, at Tórshavnar kommuna ikki hevði viðgjørt møguleikan at gera klagaran kunnigan við upplýsingar, ið ikki vóru undantiknar skjalainnliti.

 

At enda vísti umboðsmaðurin á, at Tórshavnar kommuna átti at hildið tær klagumálsfreistir, ið umboðsmaðurin hevði sett.

 

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli.

 

Les meir