Bjargingarfólk til reiðar at hjálpa fólki í óveðri

Nógv fólk er til taks at hjálpa, og í Havn etur tann, sum hevur vakt, jóladøgverðan á brandstøðini saman við familjuni

Tað eru helst tey flestu, sum hava fingið tað við, at tað ódnarveður væntandi bæði í kvøld og í nátt, og eisini jóladag.

Og tað er eisini væntandi, at brúk verður fyri bjargingarfólki, tí í slíkium veðri kunnu skaðar altíð henda.

Tey hjá løgregluni eru eisini til reiðar, men har sigur vakthavandi, at tað eru tey fyri so vítt altíð.

Tá ið tann fyrsti stormurin var í vetur, vórðu nøvn og telefonnummar hjá bjargingarfólki kring alt landið skrivað upp á eina talvu hjá teimum, og tey nævnini verða standandi.

Sostatt er altíð skjótt hjá løgregluni at fáa boðini í rættar hendur, tá ið fólk ringja og boða frá skaða, ella hava brúk fyri hjálp í aðrar mátar.

– Tað er ein partur av okkara vanliga arbeiði, og tað er als ikki nakað, vit stúra fyri yvirhøvur, siga tey á løgreglustøðini.

Men tey heita kortini á fólk um at vísa varsemi og ikki at taka nøkur óráð fyri. Tey heita eisini á fólk um at syrgja fyri at tey ikki hava nakað leyst liggjandi uttanfyri, sum kann fara á flog og gera skaða.

Á Brandstøðini í Havn eru tey eisini altíð til taks, sigur vakthavandi har. Hann sigur, at hann skal bara trýst á ein knøtt, so tørna allir mans til alt fyri eitt.

Tey hava eisini syrgt fyri at hava nokk av útgerð og amboðum, sum tey vanliga fáa brúk fyri undir slíkum umstøðum.

Har er fólk altíð á vakt, og tað er tað eisini í annaðkvøld jólaaftan.

Og tað verða næstan sum eini ordilig jól á brandstøðini, tí tey hava eitt stórt jólatræ í forhøllini og familjan hjá tí, sum hevur vakt, plagar at fara á støðina at halda jól saman við tí vakthavandi, og so eta tey jóladøgverða har.

Eisini hjá sløkkiliðnum í Fuglafirði siga tey, at har eru tey altíð til reiðar, og nú í morgun eru tey farin undir tær seinastu fyrireikingarnar.

Tey siga, at í so ringum veðri er altíð vandi fyri, at streymurin fer og sostatt eru tey farin at rigga gassútgerð til á støðini, so at bjargingarfólk kunnu koma aftur í heit høli - og fáa heitt at eta og drekka, tí tað fáa tey brúk fyri, skulu tey verða úti í so ótespuligum veðri í nógvar tímar.

Tey vænta tó ikki, at tað verður heilt so ringt í Fuglafirði, men stormurin verður vestaneftir, og tað er ringt ætt á Kambsdali, siga tey.