Bjargingarfelag í Suðuroy fær sjúkrabil

Bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt hevur fingið ein vælútgjørdan sjúkrabil frá Suðuroyar Sjúkrahúsi

Bjarging

Tá ið Suðuroyar Bjargingarfelag heldur aðalfund á sýsluskrivstovuni á Tvøroyri klokkan 17 í morgin, hevur formaðurin, Signar Olsen, góð tíðindi at bera limunum.
Fyrr í vikuni fekk felagið nevniliga ein vælútgjørdan sjúkrabil frá Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Bilurin kemur væl við, tí hann er væl útgjørdur við ymsari útgerð til fyrstuhjálp, neyðaggregati o.s.fr.
Signar Olsen sigur, at felagið er sera takksamt fyri hesa stórfingnu gávu, tí hon kemur sera væl við.
Endamálið við bjargingarfelagnum er at veita hjálp, tá ið á stendur, bæði á sjógvi og landi.
Men endamálið er eisini at útvega bjargingartól og aðra útgerð og at venja fólk at brúka hesa útgerð.
Og somuleiðis er endamálið at tilbúgvingingin í sambandi við hjálp og bjarging, verður útbygd bæði á sjógvi og landi.

Altíð brúk fyri eini hjálpandi hond
Formaðurin sigur, at kommunur, feløg og einstaklingar kunnu vera limir í felagnum. Limaskapurin er ókeypis og hann vónar at síggja nógv fólk á aðalfundinum í morgin, tí tað er altíð brúk fyri eini hjálpandi hond.
Signar Olsen sigur, at í løtuni arbeiðir nevndin fyri at útvega felagnum høli at vera í.
Tá ið tað er komið undir land, verða umstøðurnar munandi betri, tí tað er av alstórum týdningi, at felagið hevur umstøður at goyma útgerð og amboð og at røkja tey, so at tey altíð eru í fínasta standi, tá ið brúker fyri teimum.
Í hølunum er ætlanin at hava fundarhøli, matstovu og goymslurúm, har tað mesta av útgerðini kemur at verða goymt. Annars hevur felagið útgerð í Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og í Fámjin.
Hann sigur eisini, at viðvíkjandi leiting á landi, er ætlanin at skipa felagið so, at tað eru altíð menn tøkir, sum eru staðkendir í teimum ymsu hagapørtunum.
? Hesum hava vit havt góðar royndir av, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið brúk hava verið fyri størri leitingum, hava einir 100 mans verið við í arbeiðnum, tí tá eru eisini fólk, sum ikki eru limir í felagnum, altíð fús til at veita eina hjálpandi hond.
Eitt annað bjargingarfelag er í Suðuroy. Tað er Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag, sum heldur til í Vági.
? Í heyst var Bjargingafelagið í norðaru helvt í Vági og vitjaði felagið í sunnaru helvt har vit tosaðu um felags viðurskifti uppi yvir einum kaffimunni.
Signar Olsen sigur, at hetta var ein sera hugnalig løta og hann fer at gera sítt til, at feløgini koma at hava eitt tætt samstarv í framtíðini, soleiðis at bæði feløgini kunnu hjálpast at, tá ið á stendur.
Í nevndini í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag , eru Signar Olsen úr Hvalba, formaður, Bergur Stórhamar á Tvøroyri, næstformaður, Suni Vest á Tvøroyri, kassameistari, Sommer Joensen, sýslumaður á Tvøroyri, skrivari og Poul Jespersen Hvalba er nevndarlimur. Agnete Vestergaard og Knútur Nygaard eru tiltakslimir.
Bergur Stórhamar umboðar felagið í Landsfelagnum, tiltakslimur er Oddmar Thomsen og Errolf Olsen. Óla Jákup Olsen er granskoðari.