Bjarne Hansen gevst hjá A.P. Møller

30. juni í ár fer Bjarne Hansen frá sum stjóri hjá A.P. Møller. Hann er í uppskoti til at verða valdur í stýri fyri Københavns Lufthavne A/S, sum fevnir um floghavnirnar í Kastrup og Tune við Roskilde

Københavns Lufthavne A/S hevur eisini fíggjarlig áhugamál í Norra, Onglandi og Mexico. Uppskotið um at velja Bjarne Hansen, er komið frá stýrinum fyri lufthavnina, og har verður roknað við at innstillingin verður fylgd. Í løtuni er Bjarne Hansen stjóri fyri virksemi hjá A.P. Møller í Fjareystri og býr í Singapore. Hann er 62 ára gamal.

mg