- Eg havi tikið EPO. Eg havi sjálvur keypt tað, og eg havi sjálvur feilin. Hesi vóru orðini hjá einum týðiliga rørdum Bjarne Riis, sum kl.15.30 seinnapartin helt tíðindafund í Herning.
Viðgongdin hjá Bjarne Riis var alt annað enn óvæntað, av tí at seks út av níggju liðfeløgum hansara á táverandi Team Telecom longu hava viðgingið dopingmisnýtsluna. Dopingin kemur eftir øllum at døma at kosta honum Tour de France-heiðurin, sum hann vann í 1996.
Seinastu dagarnar hava stór súkklunøvn viðgingið sína dopingmistnýtslu. Eitt nú Rolf Aldag, Erik Zabel, Ivan Basso og Jan Ullrich. Allar viðurkenningarnar vóru væntaðar, eftir at italski Ivan Basso fyri 18 døgum síðan setti hol á.