Bjarni Djurhom verður misnýttur

Rúna Sivertsen heldur, at Bjarni Djurholm verður yvirtulkaður í fjølmiðlunum, tí onkur vil vinna sær framm á politiskt. Hon leggur dent á, at Fólkaflokkurin ikki ræðist frælsi

? Tað sum fjølmiðlarnir gera so nógv burtur úr í hesum døgum, verður bert gjørt, tí summi vilja gera ónáðir, spilla ætlanina og gera fólk óttafull. Tað er púra vist, at í hesum døgum standa danskir myndugleikar við góðum huga og lesa um hesar »ósemjur« í føroysku bløðunum. Serliga tá fjølmiðlarnir gera so nógv burtur úr, at ósemjur skulu vera innanfloks. Í teirra eygum er hetta tekin um føroyskan veikleika, og tí harmist eg um tað sum verður borið fram, sigur Rúna Sivertsen, tingkvinna Fólkafloksins. Við hesum orðum sipar hon til tað nógva, ið gjørt hevur verið burtur úr, at Bjarni Djurholm skal hava fríggjað til Javnaðarflokkin, ið mælir til framhaldandi limaskap í danska ríkinum.


Rúna Sivertsen sigur hinvegin, at veruleikin er ein annar.


? Vit í Fólkaflokkinum eru als ikki so ósamd, sum sagt verður. Eg haldi, at hugsanirnar hjá Bjarna Djurholm eru misnýttar í fjølmiðlunum. Hann verður yvirtulkaður, tí onkur vil vinna sær framm á politiskt, og tað er óheppið og keðiligt, nú vit hava eitt púra greitt endamál, leggur hon dent á.


Skaðiligur lummapeningur


Hóast bæði danska stjórnin og andstøðupolitikarar ferð eftir ferð, óbeinleiðis og beinleiðis, hava gjørt vart við, at tey ikki halda politikkin hjá meirilutanin í Løgtinginum vera gongda leið, ræðist Rúna Sivertsen ikki fyri komandi samráðingum í Danmørk.


? Eg verið ikki óttafull av donsku úttalilsunum. Tað ber ikki til at lata hetta mál koma til skarpskeringar í eini samráðingarstøðu, og tað vita danir, sigur tingkvinnan, sum heldur mest spennandi spurningin vera, um tað fer at bera til at fáa eina góða skiftistíð og fullveldi beinanvegin. Hon er fullvís í, at um hetta letur seg gera, so eiga føroyingar at taka av.


? So hvørt, sum føroyingar síggja, at tað ber til at liva uttan ríkisstuðul, so fara teir á ongum sinni at lata nakað ræði frá sær aftur, sigur hon.


Búskaparfrøðingar hava gjørt vart við, at tað er sera torført at spáa um, hvussu livistøðið verðir í Føroyum um eini 15 ár. Og hesum tekur Rúna Sivertsen undir við. Hon heldur, at hvørki heimastýri ella fullveldi tryggja okkum hesa framtíðarvitan.


? Ongin veit, hvussu tryggur ríkisstuðulin er. Um stórar broytingar henda í Danmørk, er vandi fyri, at alt verður togað undan okkum eftir stuttari tíð. Tí eiga vit ikki at gloyma, at ein og hvør tjóð er tryggast, um búskapurin er sjálvberandi. Ongin trygd er fyri ríkisveitingini, og annars er hon heilt ótrúliga skaðilig fyri okkara búskap í longdini; eins ósunn, sum lummapengingur, ið latin verður giftingarførum børnum. Eg haldi, at hetta er nóg stór orsøk til at sleppa okkum av við veitingina eftir einum vælvaldum áramáli. Og vit eiga ikki at gloyma, at tað er hetta, farið verður Niður at samráðast um, sigur Rúna Sivertsen.


Ábyrgdarleysur taktikkur


Nú orðaskiftið um Hvítu var at enda komið fríggjakvøldið, ger Rúna Sivertsen sínar hugsanir um støðið í røðum og viðmerkingum. Niðurstøða hennara er, at avrikini vóru misjøvn.


? Summir politikarar hava skarað framúr, meðan aðrir rætt og slætt eru grunnir og onkisigandi, sum vanligt. Men tað havi eg vant meg við. Viðmerkingarnar hjá Hendriki Old haldi eg vóru langt úti, og fullkomuliga ónýtiligar, sigur Rúna, sum kortini heldur, at framsøgumenn flokkanna tóku málið í álvara.


Javnaðarflokkurin legði hart út við at siga, at teir ikki vildu tosa um eina loysn uttanfyri ríkisfelagsskapin. Spurningurin kundi verið, um talan er um taktikk, ella um tað er meint í fullum álvara.


? Eg veit ikki, hvør taktikkurin hjá Javnaðarflokkinum er. Í roynd og veru, eri eg eitt sindur illgrunasom, tá alt bara verður gjørt upp í taktiskum sigrum. Hetta er kanska mannfólki so líkt, eg veit ikki. Men tað tykist sum teir halda tað vera so óvanliga snilt at vera taktiskur. Í summum førum skugga taktisku tankar teirra fyri málinum í sær sjálvum, og tá er lítið vunnið. Ofta er talan um eitt taktiskt stríð, sum vinnarin gongur og flennir at eftir leiklok. Hetta haldi eg vera ábyrgdarleyst, sigur Rúna Sivertsen, sum heldur at fullveldismálið ikki hevur pláss fyri ófrávíkiligum hugsanum.


Vit klára okkum


Fólkaflokskvinnan hevur ongantíð ivast í, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ætlar sær nakað hóast Tjóðveldisflokkurin kanska longu fór frá pørtum av sínum grundhugsjónum, tá samgonguskjalið varð skrivað.


? Tjóðveldisflokkurin er gingin uppá kompromis, um nakar er tað. Men, Fólkaflokkurin heldur tað verða týdningarmikið, at vit vinna búskaparligt frælsi, og tað hevur týdning, at vit fáa uppbakning millum fólk í hesum aðalmáli.


? Summi halda, at vit fáa ikki búskaparligt frælsi, uttan at vit fáa politiskt frælsi. Kanska er tað so; at vit skulu noyðast at klára okkum sjálvi. Men hesum skulu føroyinga taka undir við. Tað er umráðandi, leggur Runa dent á, men skoytir upp at hvørki hon ella onnur tingfólk í Fólkaflokkinum ræðast frælsi.


? Eg havi tað gott, eri til dystin fús, og ristist ikki á hondum. Mín støða er púra greið; eg ivist ikki í, at vit klára okkum sum sjálvstøðugt land. So er tað sagt?