Bjarni Hammer óttast støðuna í Suðuroy

Í lesarabrævið í dag óttast varaborgarstjórin á Tvøroyri um støðuna í Suðuroy, har ið ein fjórðingur av ALS móttakarum búgva

Tí hevði verið skilagott at broytt heitið frá "Exit Føroyar", til "Exit Suðuroy" og arbeitt miðvíst víðari við at vent keðiligu gongdini í Suðuroynni.

 

So bersøgin er Bjarni Hammer. Hann vísir á stóru fólkafráflytingina og arbeiðsloysi í Suðuroy, ið hevur staðið á ov leingi.

 

Bjarni Hammer saknar íløgur frá landsins síðu í Suðuroynna. Hann vísir á, at hóast negativu gongdina, so er enn eitt ríkt vinnulív á Tvøroyi, ið er eitt úrslit av góðum íløgum frá vinnulívinum og frá Tvøroyrar kommunu, sum arbeiða væl saman.

 

Tað er tó ikki nokk at venda gongdini og tað er fyrst og fremst ein íløga í ferðasambandið, ið skal gerast. Bjarni Hammer vísir á, at suðuroyingar nú skulu javnsetast við restini av føroyingum.

 

So leingi sum ferðasambandið er so ringt, so hava suðuroyingar t.d. ikki møguleika hava størv norðanfyri og tí eru tað serliga fólk við útbúgvingum, ið ikki seta seg niður í Suðuroy.

 

Lesarabrævið kann lesast her