Bjarni er mest kendur frá Essostøðini, seinni Statoilstøðini í Kollafjarðardali, har hann rak sína egnu fyritøku ígjøgnum tríati ár. Mong munnu minnast aftur á staðið, har beinasemi varð víst og hjálp, tá ið ástóð, annaðhvørt tú ein summardag vart uppsteðgaður fyri brennievni, ella tú á vetrardegi ikki vanst vegin víðari í eini kavaódn.
Bjarni er fuglfirðingur, føddur á Tvøroyri. Foreldur hansara vóru Maria, fødd Høgnesen, ættað úr Oyndarfirði, og Óli Jøkladal, vanliga róptur Óli á Lakjuni, sum var ættaður úr Fuglafirði. Bjarni er elstur av seks systkjum.
Eftir barnaskúlan í Fuglafirði varð farið í holt við at læra á Tórshavnar Skipasmiðju og hildið fram við læruni á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum í Klaksvík, har morbróðir hansara Erling Høgnesen var leiðari. Eftir lokna útbúgving og motor- og maskinpassaraprøvan í Havnini seinast í fjørutiárunum fór Bjarni til skips sum 2. meistari við skonnartini “Hjørdis”, sum júst hevði fingið nýggjan B.&W. motor ísettan. Eftir hetta var hann 2. meistari við trolaranum Krosssteini. Nú bar leiðin so aftur til Klaksvíkar, har maskinistskúlin varð á dagsskránni fyrst í fimmtiárunum.
Næstu tíggju árini var Bjarni síðan á sjónum, fyrst sum maskinmeistari nøkur ár við hvalabátinum Sirru í miðjuni av fimmtiárunum, síðan við trolarunum hjá Kjølbro Jóannes Paturssyni – Bóndanum – og fyrst í sekstiárunum við Sjúrðarbergi, til hann legðist upp á land. Mangan hevur Bjarni sagt frá minniliga túrinum við Sirru, tá ið teir fingu ein bláhval – einasti bláhvalur, ið varð fingin tey árini. Bjarni stóð sjálvur við spælið hesa spennandi løtu.
Bjarni tók nú við leiðarastarvinum á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum í Klaksvík, har hann mong ár frammanundan hevði starvast. Starvið røkti hann til lítar, inntil hann flutti í Kollafjarðardal í 1968.
Bjarni hevur verið virkin í samkomulívinum innan brøðrasamkomuna, og hevur hann tey seinnu árini verið við til at mynda leiðsluna av samkomuni Zion í Kollafirði. Eisini hevur hann verið virkin innan Kristniboðssambandið, har hann eitt skifti sat sum nevndarlimur.
Bjarni er ættkærur maður og hevur fingist nógv við ættargransking. Hann hevur øll árini, síðan hann gavst at sigla, havt bát, og hevur hetta verið hansara høvuðsítriv, tá ið ein løta beyðst. Bjarni er, hóast høvuðsyrkið er lagt á hillina, lættur á fótum og er fúsur til verka at taka eina hond í, har á stendur. Ja, hann kann í so máta gera nógvum ungum monnum til skammar við sínum áræði og virkisfýsni. Optimismuna kanst tú ikki taka frá honum.
Bjarni giftist í 1952 við Torbjørg Maritu, fødd Jacobsen - seinni á Bergi, ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara vóru Elisabet, rópt Betta, fødd Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu, og Sámal á Bergi, vanliga nevndur Sámal hjá Antinesi. Bjarni og Torbjørg eiga tveir synir: Ólavur og Bjarti. Ólavur býr í Hoyvík, og Bjarti býr í Kollafirði.
Føðingardagurin verður hildin frá klokkan 12 í heimi teirra í Torkilsgøtu 3.
Árni