Bjarni Prior takkaði fyri stórt arbeiði

- Gøtan eftir varðunum verður nógv brúkt av gongufólki og fólki á hestbaki og útsýnið, tá komið er upp í hæddina, er ótrúliga vakurt.

 

Seinastu trý árini hevur átakið Closed for Maintenance hjá Visit Faroe Islands givið sítt íkast til viðlíkahald av ymiskum slag úti í føroysku náttúruni. Tað er Visit Faroe Islands sum saman við kommunum og kunningarstovum skipa fyri ymiskum átøkum kring landið.

 

Í Vága kommunu er tað menningarstovan Visit Vágar, sum stendur fyri samskipanini - við stuðli frá kommununi. Arbeiðið, sum verður gjørt í Vága kommunu í ár, er viðlíkahald av bygdargøtuni millum Vatnsoyrar og Miðvág.   

 

Tað eru átta røsk útlendsk sjálvboðin úr Portugál, Kekkia, Spania, Danmark og Noregi, umframt tríggir raskir føroyingar, sum í tveir dagar gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði á gøtuni - seta gonguskeltir og steyrar upp frá bygdini fram við Hýsisá og niðan har, sum gøtan byrjar.

 

Eitt nú verður vatn drenað frá gøtuni, og stór sár í lendinum eru hampað, uttan at stór inntriv eru gjørd í náttúruna, og mest møguligt tilfar, sum longu er í økinum, er brúkt.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at ein flottur varði eisini er bygdur, har gøtuskelti er fest á.

 

- Arbeitt hevur verið í tveir heilar dagar. Meðan sjálvbodnu gestirnir hava verið her, hava tey búð á Gamla Hotel í Miðvági, og Sámal Ravnsfjall kom á gátt og sang nakrar sangir fyri teimum í gjárkvøldið, eftir ein góðan døgurða á hotellinum.

 

Fyrrapartin í dag var Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og heilsaði upp á arbeiðsfólkið og skoðaði verkið. Tað var eitt sindur illfýsið, men tey vóru við gott mót og drivu á at arbeiða til seinnapartin.

 

Borgarstjórin takkaði teimum fyri stóra arbeiðið, tey høvdu gjørt hesar báðar dagarnar.

 

- Gøtan eftir varðunum verður nógv brúkt av gongufólki og fólki á hestbaki og útsýnið, tá komið er upp í hæddina, er ótrúliga vakurt. Tí er hetta viðlíkahaldið til stóra gleði fyri okkara borgarar og gestir, helt borgarstjórin fyri.

 

Bjarni Prior segði seg vóna at síggja fólkini aftur til Closed for Maintenance og til framhald av viðlíkahaldi av gøtuni.

 

##med2##