Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkurin, tekur 7. mai við sum fyribils fólkatingslimur hjá Javnaðarflokkinum. Tað gjørdist greitt á tingfundi í morgun.
Tá Fólkatingið bleiv sett í morgun boðaði Pia Kjærsgaard, forkvinna í Fólkatinginum, frá, at Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevði biðið um farloyvi frá Fólkatinginum frá 7. mai av. Í hansara stað varð mælt til, at Bjarni Hammer tók sæti og varð tað einmælt samtykt.
Bjarni Hammer fekk til fólkatingsvalið 172 atkvøður og gjørdist nummar seks á lista C. Sjúrður Skaale fekk flest atkvøður við 2.495 atkvøður, men av tí, at tey næstu fýra á listanum, Aksel V. Johannesen, Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen og Henrik Old, øll eru landsstýrisfólk, so er Bjarni Hammer tann næsti á listanum, ið kundi taka sæti fyri Sjúrð Skaale.
Hetta er fyrstu ferð, at Bjarni Hammer tekur sæti á Fólkatingi.