Tá ið Føroyar 28. mars í ár spældu HM undankappingardyst á útivølli ímóti Eysturríki, varð Jóannes Bjartalíð skiftur inn eitt lítið korter eftir steðgin. Hetta var 15. ferðin, at framrættaði KÍarin umboðaði Føroyar, og síðani hevur hann ikki verið á landsliðnum.
Jóannes Bjartalíð var ikki millum teir, sum í fyrstu atløgu vórðu boðsendir at vera við í fyrireikingunum til dystirnar ímóti Eysturríki leygarkvøldið og Skotlandi týskvøldið, men í gjár fekk Jóannes Bjartalíð landsliðsboð.
FSF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til tann fyrra av dystunum, sum eru á skránni í hesum umfarinum. Leygardagin kemur Eysturríki á vitjan, og týsdagin verður spælt móti Skotlandi.
Men venjarin verður noyddur at síggja burtur frá Meinhardi Egilsson Olsen til komandi dystir. Meinhard hevur ein lítlan skaða at dragast við, og metingarnar siga, at hann neyvan verður nóg birgur til landsdystir næstu dagarnar.
Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð úr KÍ. Jóannes er ikki ókendur í landsliðshøpi, og hevur higartil spælt 15 A-landsdystir fyri Føroyar.
Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi hevur gingið væl, og higartil eru næstan 4.000 atgongumerki seld til dystin móti Eysturríki, og nakað meir eru seld til dystin móti skotum. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.