Eftir at hava verið í Føroyum síðani 1931, hevur katólska kirkjan gjørt av at steingja kleystrið hjá fransiskanarasystrunum, sum tískil nú fara úr Føroyum. Umboð fyri katólsku kirkjuna hava í hesum sambandi verið á fundi við Tórshavnar kommunu, har tey hava boðið kommununi at yvirtaka bygningarnar hjá meinigheitini fyri eitt mett virði. Talan er um dagstovnin á matr. nr. 729g, sum verður rikin sum sjálvsognarstovnur, umframt kleystrið, sum stendur á matr. nr. 779a, ið eisini hýsur Mariukirkjuni, og sum ætlanin er at sundurbýta í egið matr. nr.
Dagstovnurin í Varðagøtu 12 stendur á eini ogn, ið er til víddar 1.375 fermetrar. Bygningurin er bygdur í 1965 og er til víddar umleið 540 m2, og íalt er bygningurin til víddar umleið 812 fermetrar innan. Bygningurin er væl hildin og væl bygdur, og ábøtur eru gjørdar leypandi, síðani bygningurin varð bygdur. Takið og vindeygu eru skift í 2018, sæst í málinum, sum var fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Kleystrið á matr. nr. 779a, Varðagøta 16, stendur á eini ogn, ið er til víddar 2.762 fermetrar, og er talan um somu ogn, ið Mariukirkjan stendur á. Ætlanin er at sundurbýta ognina, so kleystrið og Marikukirkjan standa á hvør sínum matr.
Kleysturbygningurin er bygdur í 1980, víddin er umleið 304 fermetrar, og gólvvíddin er umleið 440 fermetrar.
– Talan er um arkitektteknaðan bygning í trimum hæddum. 11 kømur umframt skrivstova, uppihaldsrúm, stórur køkur v.m. eru í bygninginum.
Báðir bygningarnir kunnu hýsa kommunalum virksemi, sum tørvur er á. Dagstovnurin hevur væl virkandi viksemi í dag, og kann hetta halda fram í bygninginum, meðan kleysturbygningurin kann brúkast til annað kommunalt virksemi eitt nú á eldra- ella trivnaðarøkinum, skrivar býráðið.
Tilmælið frá kommunustjóra og trivnaðarstjóra mælir til at heimila fyrisitingini at bjóða upp á matr. 779g og at leggja málið fyri aftur fíggjarnevnd og býráð, tá ella um samráðingarnar bera á mál.
Fíggjarnevndin varð 20. september 2023 kunnað um málið.
##med2##
– Skt. Jósefs barnagarður er partur av kommunala ansingartilboðnum á dagstovnaøkinum, og umráðandi er at tryggja, at henda støða ikki broytist, nú katólska meinigheitin ætlar at avhenda ognirnar í Føroyum, sæst í tilfarinum frá býráðsfundinum.
– Samskifti hevur verið við meinigheitina seinastu tíðina, og Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi boðið meinigheitini at keypa Skt. Jósefs barnagarð fyri eina upphædd áljóðandi kr. 8.000.000.
Meinigheitin hevur tikið av hesum tilboð, sum frá kommununnar síðu er treytað av góðkenning í fíggjarnevnd og býráði, og málið verður tískil lagt fyri býráðið umvegis fíggjarnevndina til støðutakan.
Tá ið kommunan hevur yvirtikið ognina, er ætlanin at halda fram við dagstovnavirkseminum í barnagarðinum, men skal hesin ikki longur rekast av sjálvsognarstovninum, sum higartil hevur tikið sær av at reka barngagarðin.
Ætlanin er, at stovnurin verður vanligur, kommunalur dagstovnur eins og aðrir kommunalir dagstovnar, og at kommunan bjóðar starvsfólkunum starv í yvirtikna kommunala dagstovninum. Raksturin verður framhaldandi fíggjaður yvir fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu eins og aðrir dagstovnar. Hinvegin dettur burtur leigugjald kr. 330.000, sum kommunan hevur rindað árliga.
Kommunustjórin og Trivnaðarstjórin mæla til, at Tórshavnar kommuna keypir matr. nr. 779g, Tórshavn, fyri kr. 8.000.000,00 og játtar kr. 8.000.000 til keypið sum eykajáttan av konto 6175 Umsiting og røkt av fastari ogn íløgur (keyp og søla) og síðani yvirtekur Skt. Jósefs barnagarð, ið eftir hetta verður kommunalur dagstovnur.
Fíggjarnevndin samtykti 29. mai at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið til tvær viðgerðir. Og á býráðsfundinum í gjárkvøleið var málið einmælt samtykt við fyrstu viðgerð og beint víðari til aðru viðgerð.