Bjóða kræsnum gómum tað besta úr Føroyum

Besta matstovan í Føroyum, Koks, steingir í februar, men letur hon upp aftur í Eysturríki

 

Besta føroyska matstovan, hevur nú fingið eitt sjáldsamt høvi at vísa føroyskt matkynstur fram úti í heimi.

 

Tað hendir nú Koks er bjóðað at vera gestamatstova í matstovuni, Ikarus, í Salzburg í Eysturríki, í februar.

 

Ikarus, sum er ein Michelin matstova, heldur til í einum hangari á flogvøllinum í Salzburg, og hon má sigast at vera sjálv ímyndin av alheims matgerðini, siga tey í einum tíðindaskrivi. 

 

Og nú siga tey, at tey fata at bjóða gestum sínum úr øllum heimi tann framúrskarandi matin, Koks borðreiðir við.

 

Tey í Ikarus bjóða hvønn mánað stjørnukokkum ymsastaðni frá í heiminum at gera mat í Ikarus. Talan er um kokkar við bæði einari, tveimum og trimum michelinstjørnum, so tað má sigast at vera ein rættilig viðurkenning, tá ið tey nú bjóða Koks at vera gesta matstova á Ikarus í februar.

 

Í tíðindaskrivinum sigur køksleiðarin í Ikarus, Martin Klein, at hann hevur ikki bara bjóðað Koks í Ikarus, tí norðurlendsk matgerð er rættiliga væl dámd í Eysturríki. Hann fegnast serliga um, at norðurlendsk matgerð eisini er at finna uttan fyri Keypmannahavn.

 

Sjálvur hevur Martin Klein verið á Koks í eina viku og arbeitt saman við Poul Andrias Ziska, høvuðskokki á Koks, fyri at skilja hugsjónina, hendan sermerkta, føroyska matstovan, byggir á.

 

Ikarus hevur gestir úr allari verðini og nú vil kokkurin fegin eisini geva teimum smakkin av Koks, sigur hann.