- Hevur tú brúk fyri einum tryggum og hugnaligum staði til títt barn í byrjanini av summarfrítíðini hjá skúlanum?
Um so er, bjóðar frítíðarskúlin í Vági børnum í 1., 2. og 3. flokki vælkomin í opið hús í tvær vikur eftir, at skúlafrítíðin er byrjað – frá týsdegnum 24. juni til og við fríggjadagin 4. juli.
Í Vágs kommunu siga tey, at opið verður hvønn gerandisdag í hesum tíðarskeiði frá kl okkan 9 til 14, og børnini kunnu koma og fara frítt.
- Starvsfólk eru til staðar og skipa fyri ymiskum stuttligum virksemi, bjóða lætt ábit og tryggja, at børnini hava eitt gott og trygt stað at vera.
Og hetta verður sambært Vágs kommunu ókeypis.
- Tilmelding er tó neyðug, so frítíðarskúlin kann tryggja rætta mannagongd, starvsfólk og innkeyp.
Tilmelding til tilboðið sæst um heimasíðuna hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo
- Vit gleða okkum at síggja børnini í frítíðarskúlanum, siga tey í Vágs kommunu í dag.