Tað var ikki sørt rørandi, at síggja løgmann gamlaárskvøld í sjónvarpinum, har hann við tár á kinn royndi at føra seg fram á altjóða flóttafólkapallinum. Tað heldur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur Hann heldur, at løgmaður var sum ein annar messias í hesi støðugt herdu kappingini millum vesturlendskar naivar statsleiðarar, um hvør kann vera fremstur at sýna størstu samkenslu, hjartalag og kærleika móti hesum neyðars flóttafólkum, - og annars bjarga verðini!! - Øll vita vit at hetta er reinur sjónleikur og symbolpolitikkur, tá hvørki Kaj Leo ella nakar annar kemur at loysa nakran flóttafólkatrupulleika við at taka 20 – 60 familjur ella á leið 200 flóttafólk hvørt ár næstu komandi ættarliðini til Føroyar, sigur hann. - Men í hesum lítla fámenta og viðbrekna oyggjasamfelag kemur ein slík standandi innbjóðing frá løgmanni um fáa fólk við aðrari mentan og øðrum átrúnaði til Føroya, at gera mun so tað munar. - Ja, kanska tað kann koma at kollvelta og broyta samfelagið til nakað, sum vit als ikki kenna aftur eftir bert fáum árum, heldur løgfrøðingurin. Hann rósar eisini Brandi Sandoy, og øðrum sum eru so ærlig og djørv, at tey tora at hava eina meining, sum er ”forboðin”, tá ið tey mæla til at vísa varsemi á hesum øki. - Ein útvaldur bólkur av rættrúgvandi filantropum hevur nevniliga tikið sær einkarætt uppá definera einastu røttu og hóskandi meiningina, tá tað snýr seg um flóttafólk. Hann vísir á, at vit hava fólk her á landi sum líða neyð, sjúk og gomul, sum ikki fáa tað hjálp teimum tørvar og stakir uppihaldarar sum liva undir fátækramarkinum. Hann sigir, at sum land og tjóð hava vit fyrst og fremst ábyrgdina av teimum. Men tey sýnast at koma í aðru røð, og eru ikki nevnd við einum orði í hesi hjartanemandi nýggjársrøðuni hjá løgmanni. Bjørn á Heygum vísir annars á, at í Birmingham eru nú fleiri moskur enn kirkjur. - Er tað hetta Kaj Leo Holm Johannesen vil hava, ella hvat, spyr hann. Les meiri um tankarnar hjá Bjørn á Heygum við at trýsta HER |