Bjørn Kalsø harmast

Ongin vil longur rinda fyri at føroysk skúlabørn sleppa at varðveita eitt av sínum bestu amboðum


- Tað harmar meg, at kommunurnar ikki vilja rinda.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Í morgun skrivaðu vit er á www.in.fo, at á nýggjárinum fer ikki longur at bera til hjá næmingum í fólkaskúlanum at sleppa ókeypis framat talgildu orðabókunum hjá Sprotanum á netinum.

 

Les eisini: Eitt stórt bakkast fyri øll skúlabørn í Føroyum

 

Bjørn Kalsø sigur, at Mentamálaráðið hevur havt eina avtalu við Sprotan og Orðabókagrunnurin um eina royndarverkætlan, har øll børnini í fólkaskúlanum skuldi fáa ókeypis atgongd til talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum.

- Tað eru kommunurnar sum útvega næmingum í fólkaskúlanum undirvísingatilfar og vit hava verið í sambandi við tær um málið.

- Men tað tykist ikki sum um at kommunurnar halda tað hava týdning, at næmingarnir í fólkaskúlanum hava ókeypis atgongd til orðabøkur á netinum, segði Bjørn Kalsø í tíðindunum á Rás2 á miðdegi.

- Kommunurnar halda, at hetta er ein útreiðsla, mentamálaráðið eigur at rinda.

Hann sigur, at Mentamálaráðið hevur ikki nóg mikið av pengum at lata hesa skipanina halda fram um ókeypis orðabøkur til næmingar í fólkaskúlanum.

- Vit hava eina játtan til orðabókagerð og hon er ikki meiri enn 900.000 krónur og vit hava eisini onnur endamál at brúka pengarnar til, eitt nú til at gera nýggjar orðabøkur.

- Harafturat stendur beinleiðis í fólkaskúlalógini, at tað eru kommunurnar, sum  skulu rinda fyri undirvísingartilfar til næmingarnar. Og tað mátti verið lættari at rinda fyri talgildar orðabøkur til næmingarnar, enn at at lata teir hava vanligar orðabøkur, heldur hann.   

Tí verða tað bara næmingar í miðnámsskúlum og lesandi í hægri lestri, sum fáa ókeypis orðabøkur eftir nýggjár.

Mentamálaráðið sigur, at eftir øllum at døma hevði prísurin fyri at varðveitt hea tænastu í framtíðini, ligið um einar 900.000 krónur um árið og mentamálaráðið hevur dyrgt eftir, at kommunurnar rindaðu ein part av hesum, kanska helvtina, men tað hevur so ikki borið til, sigur hann.

 

Tað merkir so aftur, at skulu skúlanæmingar framhaldandi fáa ókeypis atgongd til skúlabøkurnar á netinum, mugu kommunurnar og skúlarnir sjálvir gera eina avtalu við Sprotan um tað.