Bjørn ynskt Illugi tillukku við íslendska landsliðnum

Føroyski mentamálaráðharrin hevur sent eina heilsan til sín íslendska starvsfelaga.

Sunnukvøldið eydnaðist tað íslendska landsliðinum í fótbólti at tryggja luttøku í EM-endaspælinum í Frakland í summar. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at tað hevur eydnast íslendingum at spæla seg víðari til eitt endaspæl, og tað hevur veruliga vakt ans.


Fyrr í vikuni bar forsetin í føroyska fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, eina heilsu til íslendingar og ynskti teimum tillukku við avrikinum, og nú hevur føroyski mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, eisini sent íslendska starvsbróðir sínum, Illugi Gunnarson, eina heilsan, har hann ynskir teimum tillukku við flotta avrikinum.


Bjørn Kalsø hevur sent fylgjandi heilsan:


Heilsan til íslendskan fótbólt


Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur í dag sent Illugi Gunnarsson, mentamálaráðharra í Íslandi hesa heilsan:


"Herra menntamálaráðherra Illugi Gunnarsson,


Innilega til hamingju með frábæran árangur karlalandsliðsins í fótbolta í undankeppni evrópumeistarmótsins. Færeyingar eru stoltir af frændum sínum og óskum ykkur góðs gengis í Frakklandi á sumri komandi. 


Kærar kveðjur Bjørn Kalsø, menntamálaráðherra Færeyja"