»Bládýpið« skal knýtast at Listasavninum

Stýrið á Føroya Listasavnið fer ikki at flyta listaverkið Bládýpið út á kaiuna, sum savnsleiðarin Helgi Fossadal annars hevur skotið upp fleiri ferðir. Stýrið fyri Føroya Listasavn arbeiðir í løtuni við eini loysn, sum miðar eftir at knýta Bládýpið at Listasavninum, staðfestir formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Martin Næs.

Sostatt tekur stýrið ikki undir við savnsleiðaranum, Helga Fossadal, sum ætlar at flyta verkið yvir til Farstøðina

Hóast stýrið enn arbeiðir við málinum, liggur eitt tó greitt longu nú.

- Tað er ikki uppá tal í løtuni at flyta Bládýpið út á farstøðina. Vit kenna treytirnar hjá Tróndi Patursson fyri at lata savninum verkið sum gávu, og hesum arbeiða vit út frá, sigur stýrisformaðurin Martin Næs, sum fer at kalla stýrið fyri Listasavnið á fund um málið í næstum.

Treytirnar hjá Tróndi Patursson eru millum annað, at Bládýpið á onkran hátt verður bygt saman við Listasavninum.

Hetta er sostatt aðru ferð savnsleiðarin, Helgi Fossadal, gongur beint móti ynskinum hjá einum stýri fyri Listasavnið í málinum um, hvat skal henda við Bládýpinum.

Heldur ikki í 2008 vildi Helgi Fossadal vita av uppskotinum hjá Tróndi Patursson um, hvussu Bládýpið kundi knýtast at Listasavninum, hóast táverandi stýrið tók ímóti gávuni og fegið vildi arbeiða víðari við uppskotinum.

Núverandi stýrisformaður hevur tó góðar vónir um at tað fer at eydnast hesum stýrinum at finna eina loysn.

- Eg eri vísur í at tað fer at eydnast okkum at finna eina loysn, sum er virðilig fyri bæði listamannin og Listasavnið. Eg verði í øllum førum sera skuffaður, um tað ikki eydnast, sigur Martin Næs, stýrisformaður.