Sýriskar trygdardeildir skutu við skørpum eftir mótmælisfólki, sum gingu mótmælisgongu ímóti Bashar al-Assad, forseta og stjórnarflokkinum aftan á fríggjadagsbønina í dag. Tíðindastovurnar skriva, at í minsta lagi 15 mótmælisfólk lógu eftirá. Átta teirra fullu í býnum Ezreh, sum er nærhendis býnum Deraa, sum hevur verið miðdepil fyri mótmælunum ímóti stýrinum í Damaskus.
Talsfólk hjá mótmælisfólkinum siga, at mótmælisfólk eru eisini deyð í høvuðsstaðnum Damaskus og í býnum Homs, har flriri tíggjutúsund fólk vóru í mótmælisgonguni.