Hetta hoyrir sjálvandi við til myndina av einum livandi, kveikjandi og skapandi býi - og er avgjørt við til at økja um trivnaðin bæði hjá borgarum og gestum.
Neyvan hava vit sæð síðsta skotið á hesi stammuni enn, tí so hvørt sum fólkatalið økist, økist eisini tørvurin og grundarlagið fyri fleiri tilboðum av hesum slagi.
Og skulu vit trúgva samstarvsfeløgum okkara í Aberdeen og Stavanger, so kunnu vit vænta eina rættuliga eksplosjón innan hesa vinnu- og tænastugrein næstu árini, verður olja funnin undir Føroyum. Soleiðis hevur gongdin verið í hesum báðum týdningarmestu oljubýunum á okkara breiddarstigum - og neyvan verður stórt øðrvísi her hjá okkum, tá ?svarta gullið? væntandi um nøkur fá ár fer at spræna upp úr oljukeldunum sunnanfyri.
Til stuttleika kann verða nevnt, at áðrenn oljuvinnan av álvara tók dyk á seg í Stavanger, vóru bert fýra matstovur har við skeinkiloyvi. Í dag - sløk 30 ár seinni - eru tey meira enn 400 (!) í tali, spjadd út á alskyns matstovur, vertshús, spælistøð og caféir.
Samstundis er býurin - við sínum 110.000 íbúgvum - vorðin ein nýmótans og framkomin býur við einum rættuligum altjóða dámi.
Komandi býráð eigur sjálvandi at taka spurningin upp, hvussu kommunan á besta hátt kann skapa karmar fyri eini menning av hesi vinnugrein.
Við miðbýnum sum miðdepli.
Miðbýurin eigur at verða tann hugnaligi felagsstaðurin, soleiðis sum sligið verður fast í frálíka mentanarálitinum, ið varð latið úr hondum í fjør.
At styrkja miðbýin sum mentanarligan miðdepil er at geva øllum býnum lív, sum tikið verður til í álitinum.
Og her hevur matstovu- og cafévirksemið - saman við spælistøðum - ein sjálvsagdan leiklut nú og í framtíðini.
Vinarliga
Leivur Hansen,
borgarstjóri