Blámar frá bløðum og brýtur frá bógnum

Stuttsøga eftir Arnfinnur Bjarkhamar:


Blámar frá bløðum og brýtur frá bógnum

Gilli hevði ligið tað mesta av náttini í andvekri. Snaraði sær stundum á høgru lið, stundum á vinstru. Hann fekk ikki blund í eyguni av berum spenningi, tí í morgin fór hann at kapprógva á jóansøku við 5- mannafarinum Hvíta, og tá galt um at vísa hvør stinnastur var.
 
Hann hugsaði um venjingina. Dag um dag, leygardag og sunnudag  við, vóru teir farnir á fjørðin. Illa hevði manningin gramt seg um árabløðrur, um eyman rygg, búk og afturpart. Men harða venjingin hevði hildið áfram, og nú skuldi røkka ella støkka.
 
Einki mátti miseydnast.Gilli snaraði sær enn einaferð á vinstru lið. Hvat um eitt homluband slitnar ella ein tollur brotnar. Og um eg nú leggist fyri á hálvum máli. Hvat fara fólk á landi at siga ella bátsfelagarnir.Tankarnir mólu í klingur í heysinum á Gilla, og hann kendi seg so fjáltraðan, at hann noyddust enn einaferð upp á pissa. Tað var minst tjúgunda ferðin hesa ólukku nátt.
 
Neyvan var Gilli komin undir aftur dýnina, tá kom kappróðurin, sum verða skuldi, aftur fram fyri hann.
 
Tíggju 5- mannafør við dreingjum  høvdu meldað luttøku hesaferð, og Gilli hevði frætt, at Svarti norðan úr Hvalastøðum róði ótrúliga væl. Teir vóru bæði stórir og sterkir, og helst eisini ovgamlir at rógva við dreingjabátinum, hugsaði Gilli. Kanska áttu vit at melda teir, sovorðnir snýtarar. Ætla at vinna við snýt, og ómansligt er tað eisini.
 
Gilli hitnaði um skallan, knýtti nevarnar  og lovaði at teir skuldu fáa aðra bók at lesa í. Einki tapa vit fyri dreingjum, sum liva av fløtabollum, vinarbreyðum og kola.
Skerpikjøtið og nátarnar, sum vit hava etið, mugu fara at vinna á hundaføðini hjá tílíkum apuspjótum.Gilli ripti í dýnuna, sum vildi hann leggja Svarta væl og virðiliga afturum, men kom so at hugsa um nakar svíkur mundi vera innanborða á Hvíta. Hann hevði hug at banna, tí hann hevði hoyrt frá eldri manni, sum hevði eygleitt bátin, at Agnar, sum situr í miðrúminum í stýriborð, tekur ov stutt tak og fellur ov litið í við kroppinum.
 
 
 
Og róðursmaðurin  Súnaldur er ov  tungur, tí báturin hongur ov nógv  aftan. Ólukk í handa mammudreingin, gongur altíð og tyggir. Hann átti at fingið eitt heftiplástur á
munnin, so hann ikki fekk matartugguna  í fjúrtan dagar. Øll í húsinum eta ov nógv, og neyvan er tað av tilvild, at pápi hansara verður eyknevndur ?Spikið?
Tapa vit í morgin, skulu bæði Agnar og Súnaldur á bláman. Vit kundu eins væl biðið ommu Agnar siti í miðrúminum, og eitt áarross at stýrt fyri Súnald. Gilli østi seg upp, men sissaðist skjótt aftur. Hann knýtti enn einaferð nevarnar og svór so dýran við, at tað skal meira til enn nakrir koladrekkarar av Hvalastøðum at syfta okkum í morgin.
 
Men at enda varð hann pøstur. Tá ið sólin reis úr eystri, lá hann og ríkti søttliga.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jóansøkudagur upprann við logn og dýrdarveðrið, og fólk vóru í stevnuhýri. Bygdin var øll flaggskrýdd, og á havnaøkinum stóðu kappróðrarbátarnar álíkir smáum víkingaskipum, allir sera snøggir og í alskyns litum. Hvør bygdin hevur sín lit, so lætt var skyna á hvaðani teir ymsu bátarnir komu. 
 
Gilli fór hugagóður heimananífrá við einari pútu undir arminum, og ikki vóru viðmerkingarnar fáar, og góðaráðini trutu ikki, um hvør taktikkur bestur var at nýta í tílíkum veðri. Alt meir hann nærkaðist havnaøkinum, alt spentari gjørdist hann.
 
Væl av fólki stóðu kring Hvíta, har hann stóð og skygdi í sólini, og ein eldri maður stóð og helt um stavnin á Hvíta og var í fer við at siga frá einari róðrarferð í grind fyri mongum árum síðani. Hann var ungur tá, og grind var norðuri á Trongafirði, og mannaðu teir tíggjumannafarið Skrepp, tí rógvast skuldi norður.Tá ið komið var norður áraka Høvdingabygdina, kom áttamanfar við stolta navninum Leivur Øssurson, men sum var eyknevnt Fimmoyra, uppá síðina á teimum og beinanvegin varð farið at kapprógva. Javnt gekk á, og tað heilt innum Krossin á Trongafirði, tá rópar Símun, sum sat á lærbekki, ?píkar sjey, at tapa vit fyri Fimmoyranum í dag, so vera vit til láturs um alla oynna?. Tá loysnaði og vit vóru teir fyrru hjá grindini.
Gilli bant pútina á bekkin har hann var vanur at sita; tað sama gjørdu allir hinir av bátsmanningini,og nógvar vóru tær hendur, sum hjálpti teimum at bera bátin á sjógv.              <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$K<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$  l <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ á<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$  <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$r<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$  i <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$r  r  r?ljóðaði úr róparanum hjá startdómaranum og somu orðini geltu í nøkrum  hátalarum, sum settir vóru umborð á nakrar installeringar, sum lógu aftanfyri kappróðrarbátarnar. Gjøgnum útvarpslurtið fóru hesi boð inn í hvønn krók í landinum, og allastaðni steðgaðu øll á og bíðaðu. Ein løgin friður og spenningur legðist á alt og øll. Oldingar kring um í teim ymsu heimunum knýttu nevarnar, og mintust tá ið teir við ár í hond kundu meta seg ájavnt við aðrar, eitt tak kundu teir einaferð taka og tað tvey eisini.
Úti á startmálinum ekkóaði í homrunum omanfyri, øll hildu ondini og bíðaðu og var tað eins og  øll verðin bíðaði eftir skotinum og roykinum. Ja, sjálvt likkur og æður hildu uppat eina løtu at leita eftir føði, og hugdu forvitnisliga at hesum spennandi leiki, sum nú skuldi fara fram.
 
Gilli sat á toftubekki í bakborð á Hvíta og helt treystliga um áralumman, vøddarnir spentust og knúgvarnir hvítnaðu. Og meðan lærmenninir tókust við at halda Hvíta á rættari leið, sat hann og  skeitti yvir at Svarta, sum lá teim næst. Bara teir ikki tjóvstarta, hugsaði hann og spenti enn meira um áralumman.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$So brast skotið og allir tóku á. Róðursmenninir á øllum bátum róptu á sínar manningar fyri at fáa  rætta áralagið, og skjótt startspurtaði allur bátariðilin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1? 2?  3?  taldu róðursmenninir og tá ið komið var til tjúguogfimm, varð róð meiri seigan, men alla tíðina  varð hildið sera gott eyga við hvørjum øðrum.
Gilli læsti eyguni saman og setti  so fast á fótalunnin, at hann nærmast bognaði. Hann hoyrdi  geylini frá Súnaldi, men hann tordi ikki at skeita til viks. Hann visti ikki um teir høvdu fingið ein góðan start, men av og sá hann ymiskar bátar, sum vóru aftanfyri teir.
?Sitið ikki sum nakrar neytakonur?, geylaði Súnaldur, ?takið á, komið nú, latið ikki hesar súrmjólkadrekkararnir norðan úr myrkrinum vinna á okkum, og tú Grímur, hatta er ikki ein haki tú situr við í hondini, komið nú, latið okkum nú rógva við báðum hondum og taka tíggju ódnartøk? <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1? 2? 3? og tá ið hesi tøkini vóru tikin, varð aftur róð meiri seigan, men stirðil var í hvørjum einasta árataki.
Gilli sat og beit tenninar saman og tók treystliga á. Òlukk í handa Súnaldin, hugsaði hann, situr har afturi og er mest álíkur einari skjaldbøku, og kjafturin gongur sum ein grótknúsari. Vónandi øsir hann allar so mikið, at tikið verður manniliga á. Gilli skeitti varisliga í kring, og varð varur við, at flestu 5-mannaførini vóru aftanfyri teir. Men hvar var Svarti?? Òlukk í hasar jassarnar, teir verða óivað ringir at basa í dag?
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nú.. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$nú? <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$nú?  geylaði Súnaldur, <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$komið nú, tað er bert ein bátar framman fyri okkum, latið okkum vísa teimum, at ikki alt á tykkum situr omanvert hálsvølin, og at hetta er eingin sunnudagsskúlaútferð. Skulu vit taka Svarta í dag, mugu tit fáa sveittan fram og rógva sum høvdingar. Komið nú, latið okkum leggja ?knørr við knarraborð? og  taka tíggju bekkatøk.
Allir settu fótin á bekkin og tóku treystliga á. Gilli kendi á árini, hvussu báturin nærum loysnaði í sjónum, og bleiv lættur undir árini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1? 2?. 3?.  taldi Súnaldur og áðrenn tey tíggju tøkin vórðu tikin, varð Gilli varur við, at ein bátur sum lá í stýriborð spakuliga kom afturvið. Hatta má vera Svarti, hugsaði hann, og togaði enn meira í árina.  ?Komið nú dreingir, rópti Súnaldur afturi í rong,? nú hava vit Svarta aftur, nú skal bera ella støkka?.
Eina góða løtu lógu bátarnir stavn um stavn, og Gilli hoyrdi hvussu róðursmaðurin á Svarta við harðmæltum orðum eggjaði  manningini, og bráddliga var Svarti um at fara framum aftur.
Eisini ein annar gulur bátur, sum  lá í bakborð á Hvíta hevði hug at troðka seg framvið. Tak fyri tak vann hesin seg inn á bæði Svarta og Hvíta og tað hoyrdist langa leið, hvussu  róðursmaðurin díkti á sína manning. Nú er tap í hendi, hugsaði Gilli og var um at missa vónina. Móður var hann eisini vorðin, fingrarnir sum  hildu um áralumman vóru um at verða maktarleysir, tað píndi um skøvningarnir, og haraftrat var hann turrur langt niður í vælindini.
Men róðursmaðurin Súnaldur gavst ikki við at eggja og telja teir fram. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Komið nú, vísi tykkum sum  rættar menn og ikki sum nakrar lorta  mammudreingir, nú skal spikið og tvøstið standa sína roynd ímoti páleggsjokolátu og pitsa. Latið okkum vísa øllum, at vit eru bestir og sterkastir, We are the champions, geylaði Súnaldur og legði aftrat, øll konufólkini fara at fjeppast uppí okkum, tá ið vit hava vunnið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1? 2?.. 3?.. 4?.Fellið í, takið long tøk, soleiðis skal tað vera. Súnaldur helt allatíðina  áfram við at eggja teir við at telja til tíggju, og píkarsjey vardi ikki leingi  fyrrenn teir enn einaferð lógu borð um borð við Svarta, meðan hin guli báturin eisini var dragnaður nakað.
Sum í dreymi hoyrdi Gilli rópini av fólkinum á landi, men hann skilti einki av tí, sum rópt var, tað suðaði eins og av miklum vestanbrimi.
Og langt burturi hoyrdi hann eisini Súnald rópa, at nú mátti spurtast, tí nú var stutt eftir á mál. Føtur  í bekk dreingir, rópti Súnaldur, og hóast allir vóru nærum deyðgivnir av møði, varð gjørt, sum rópt varð. Meðan Súnaldur sat og taldi áratøkini og eggjaði teimum til at leggja tað allarsíðsta í, sat Gilli og blundaði nú spurturin fór fram, og ynskti at skotið small í stundini.
Men hann uggaði seg tó við, at hinir umborð vórðu eins móðir og hann, og tað stimbraði hann ómetaligt, nú hann enn einaferð varð varur við, at teir róðu borð um borð við Svarta. Vit skulu vinna í dag, frýsti hann spakuliga út millum tenninar, og hann kendi hvussu slevið rann niður á høkuna, tíð og stað runnu saman í eitt og rópini frá Súnaldi kundi eins væl komið av havsins botni. Hann beit á kampi, árin vóð næstan um kálvan, samanspælið millum fingrar, spengur og vøddar runnu saman útí áralumman, leggin og árablaðið, sum treystliga skar seg gjøgnum sjógvin. 
- ?50 metrar eftir á mál,? geylaði Súnaldur, ?nú leggja vit í tað allar allarsíðsta vit eiga, latið tey  sum standa á landi síggja, at enn eru knotur í føroyskum kongum.?
Nú endaspurturin var fyri, varð róð við  títtum longum tøkum, men  tað vóru bert tveir bátar sum lógu borð um borð nú komið var inn móti málstrikuni. Róðursmenninir á øllum bátum royndu at fáa sínar manningar at geva tann allarsíðsta vørrin, nú endaskotið nærkaðist, men Svarti og Hvíti vóru so javnir í oddinum, tá ið skotið brast, at Súnaldur ongan møguleika hevði at síggja hvør ið hevði munin. Av berari møði kastaðu teir  seg niður í bátin, meðan teir alspentir bíðaðu eftir at fáa  úrslitið av róðrinum, og stór var frøin innanborða, tá ið boðini komu, at teir høvdu vunnið róðurin. Teir dansaðu runt í bátinum og hálsfevndi hvørannnan, og hóast ein sera strævnan  róður, vóru  teir í gleðisrúsinum samdir um, at hetta avgjørt ikki fór at verða teirra seinasti sigur.