Blómutyssi úr tara og grasi

Mótasýningar eru rættiliga vanligar, men tú setur tær sjáldan í samband við blómutyssi – og als ikki við tara og gras. Men tað var júst ein slík mótasýning, ið var í vakstrarhúsinum í Sandavági seinnapartin í gjár, har Óluva á Lofti sýndi fram brúðarblómutyssi, hon hevði gjørt sum sveinastykki til útbúgving sína sum blómudekoratør

Hon stóð í tvey døgn út í eitt og gjørdi sítt sveinastykki, sum var 11 ymisk brúðarblómutyssi.

Men tað, at binda blómutyssini, var bert ein partur av samlaða tiltakinum, hon skipaði fyri, í sambandi við sveinastykkið. Alt gekk upp í eina hægri eind við hesi sera ótraditionellu mótaframsýningini.

Stóran ómak og nógva tíð hevði hon lagt í hetta tiltakið í vakstrarhúsinum í Sandavági, sum var seinnapartin í gjár. Seks snøggar ungar kvinnur í hvør sínum brúðarkjóla sýndu tey ellivu brúðarblómutyssini fram. Veit ikki, um hesar vóru vanar at ganga modell, men tað tóktist, sum var hetta ein heilt náttúrligur partur av teirra lívi.

Av teimum ellivu blómutyssunum vóru tey fimm »traditionell«, sum Óluva á Lofti nevnir tað. Tá verður hugsað um tey vanligu blómutyssini við rósum og øðrum blómum. Seks vóru »ótraditionell«, altso óvanlig, og millum hesi vóru tyssi av reyð- og grøntara og okkurt við púra vanligum grasi. Ógvuliga óvanligt, men eisini ógvuliga vakurt.

Kjólarnir vóru eisini ymiskir. Tveir teirra designaðir av føroyingum, annar av Borgny Patursson og hin av systir Óluvu, Maluni á Lofti, sum er útlærd sum klædnadesignari.

 

Fall aftur á blómurnar

Tað er synd at siga, at blómur hava verið Óluvu fremmandar. Fyri skjótt 33 árum síðani byrjaði pápi hennara, Kári á Lofti, eitt vakstrarhús í Sandavági. Hann hevði gingið á landbúnaðarskúla í Noregi, og heimaftur komin fór hann undir at framleiða grønmeti í vakstrarhúsinum, serliga tomatir og agurkur.

Men kappingin var ógvuliga stór frá innfluttu vørunum, og hann byrjai tí alt meiri at leggja seg á blómurnar. Og at enda gavst hann heilt við grønmeti.

- Tú kann siga, at vit øll trý systkinini eru vaksin upp við blómum. Vakstrarhúsið er skjótt 33 ára gamalt, og elsta systurin er 31. Hon fór at læra til klædnadesignara, og eg ætlaði mær sama vegin. Man kann siga, at blómur hingu mær langt út av hálsinum, so eg ætlaði at gera sum stórasysti og verða okkurt innan klæðir, sigur Óluva á Lofti.

Hon fór tí í læru í klædnahandlinum 17, og har varð hon útbúgvin í 2003.

- Men eg veit ikki. Eg fall aftur á blómurnar, og í 2005, beint eftir at eg hevði átt dóttrina, byrjaði eg so smátt at hjálpa til í vakstrarhúsinum, og fór so tíðliga í 2006 í læru sum blómudekoratør, sigur Óluva á Lofti.

 

Spennandi

Av tí at hon framman undan var útbúgvin í klædnahandli, fekk hon lærutíðina skorna niður. Vanliga tekur útbúgvingin trý ár og átjan vikur, men hjá Óluvu tók hon hálvtannað ár.

- Tað gekk fyri seg soleiðis, at eg var niðri í Danmark í skúla fjúrtan dagar at gangin. Har lærdi eg so eitt ávíst øki hvørja ferð, og tá eg so kom heim aftur, skuldi eg venja meg innan hetta økið. Eg var tilsamans niðri í skúla átta ferðir, sigur Óluva á Lofti.

Nú hevur hon so gjørt sítt sveinastykkki, og 12. september skal hon so til Danmarkar at verja hetta.

Tá hon byrjaði at hjálpa til í vakstrarhúsinum fekk hon rættiligan áhuga fyri blómubinding, nú er hon púra bitin av tí.

- Hetta er eitt ógvuliga spennandi starvsøki. Fólk verða alt meiri tilvita um, hvat tey vilja hava. Ein brúður vil ikki longur bara hava eitt blómutyssi, hon er ógvuliga tilvitað um, hvat tað er, hon vil hava, og tað setur krøv til blómubindaran. Tí er eisini neyðugt at hava útbúgving innan økið, sigur Óluva á Lofti.

Hon sigur eisini, at tað vindur alt meiri upp á seg, at dreingir keypa blómutyssi til genturnar.

- Valentines Day verður meiri og meiri vanligur her heima hjá okkum, og hann er vorðin ein rættiligur søludagur hjá okkum, sigur Óluva.

At enda kann til stuttleikar nevnast, at tey um 50 fólkini, ið vóru til framsýningina, fingu hvør sítt spurnarblað, har tey millum annað vóru spurd um, hvørt brúðarblómutyssi teimum líkaði best. Og best umtókt voru tey trý, sum vóru gjørd úr ávikavist grøntara, reyðtara og vanligum grasi og eustomum. Hetta seinasta stóð í einum veðrahorni.