Blátt eyga, fýra mál og nýggjan sáttmála

Ari Mohr Olsen hevur havt nakrar hendingaríkar vikur í HB-troyggjuni

HB hevur nú kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við 20 ára gamla sandoyingin, Ara Mohr Olsen. Hann hevur skotið fýra mál í fýra teimum seinastu dystunum, og hevur fingið eitt sjónligt blátt eyga í tænastu fyri HB.

Hann var í fjør útleigaður til EB/Streym, har hann fekk fótin fyri seg í bestu deildini. Í ár gekk illa at fáa bóltin í málið, men síðani summarsteðgin hevur hann skotið fýra mál í fýra dystum upp í slag. Sterkast í minninum er nokk avgernadi málið móti KÍ í Klaksvík.

Havnar Bóltfelag er í løtuni í holt við at fyrireika hópin til komandi kappingarár. Í farnu viku hava spælarar sum Magnus Egilsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Tróndur Jensen, Bartal Wardum og Dan í Soylu longt sáttmálan fyri komandi kappingarár.

Sum skilst, so verður arbeitt við at leingja sáttmálarnar við lyklaspælarar sum Lasse Andersen og venjaran, Heimir Guðjónsson. HB skal leygarkvøldið spæla steypafinaluna móti B36.