Blóðug bumbuatsókn í Bagdad

Tríggjar sjálvmorðsbumbur hava kravt nógv mannalív í irakska høvuðsstaðnum í morgun Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu mong mannalív bumburnar hava kravt. Tey fyrstu tíðindini frá løgregluni søgdu, at minst 20 fólk vóru deyð, og at 73 vóru særd. Men seinni hava tíðindastovurnar skrivað, at talið á deyðum er um 70.

Irakska løgreglan sigur, at tað vóru tríggjar kvinnur, sum sprongdu seg í luftina, júst sum shiamuslimarnir halda eina átrúnaðarliga hátíð. Myndugleikarnir siga, at umleið ein millión fólk eru á hátíðarhaldinum, sum endar í morgin.

Tær tríggjar bumburnar brustu við Karrada-økið í miðbýnum í Bagdad, har nógvir shiamuslimskir pílagrímar koma saman.