Seinastu árini hevur nógv verið kjakast um at fáa útlendingar í føroyskum fótbólti á landsliðið. Serliga Alex José Dos Santos og Sorin Anghel hava gjørt vart við sín áhuga. Og nú vil ein fílabeinsstrandingur eisini fegin sleppa í føroyska landsliðsbúnan. Evrard Blé sigur við heimasíðuna hjá AB, at hann væl kundi hugsa sær at spælt fyri landsliðið. Har hevði hann muna væl, heldur hann. Miðvallarin, sum av fyrstan tíð kom til Føroya í 2005, hevur ikki føroyskan ríkisborgaraskap, og tað er heldur ikki gjørligt soleiðis uttan víðari.
LesarabrøvLesarabrøv