Tað var gott lag á KÍ og ikki serliga nógvu bláu stuðlunum, tá ið teir í kvøld fóru úr Runavík og norður aftur til Klaksvíkar.
Í torføru fyrstu avbjóðingini, sum var við Løkin, eydnaðist tað blaðunga KÍ at greiða 1-1.
Jákup Mikkelsen og Heðin á Lakjuni høvdu níggju ungar dreingir saman við sær á bláa liðnum ímóti teimum gulu, sum vóru mannaðir við nógvum royndum monnum.
Kristoffur Jakobsen legði í 42. minutti KÍ á odda eftir snarálop og góðan stikkbólk fram ímillum frá Heðini á Lakjuni.
Tá ið ein lítil tími var farin javnaði NSÍ. Málskjútti var Hjalgrím Elttør, sum eitt sindur úr vinstru spældi tvær ferðir eitt tvey, áðrenn hann úr brotsteiginum eitt sindur til høgru skoraði.
Síðstu løtuna royndi heimaliðið at trýsta. Næst við at fáa mál vóru teir, tá ið Karoly Potemkin sendi bóltin í stólpan.
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Kristoffur Jakobsen 42.
1-1: Hjalgrím Elttør 56.
Dómari: Ransin Djurhuus
NSÍ: Meinhard Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen, Óli Hansen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Høgni Madsen, Jústinus R. Hansen (Jann Ingi Petersen, 46.), Bogi Løkin, Jan Martin Mortensen (Klæmint A. Olsen, 77.), Hjalgrím Elttør - Karoly Potemkin (Øssur Dalbúð, 77.)
Gult kort: Hjalgrím Elttør
KÍ: Jákup Mikkelsen - Stefan Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Rudolf Eliasen - Heðin á Lakjuni (Arnold Joensen, 90.), Eli Simonsen, Erland B. Danielsen (Leon Bjartalíð, 90.), John Hammer, Ivan Joensen (Allan Joensen, 78.) - Kristoffur Jakobsen
Gult kort: Stefan Kals