Blackpool nær botninum

Claus Bech Jørgensen spældi við í 67 minuttir, tá Blackpool um vikuskiftið mátti taka til takkar við 3-2 tapi í heimadysti móti Stoke. Blackpool kom annars á odda eftir 13 minuttum, men Stoke, sum nú ikki hevur tapt í seks dystir, megnaði tó at koma aftur, og teir vóru eisini a odda 3-1, áðrenn Blackpool javnaði tríggjar minuttir fyri leiklok. Á 18. plássinum er Blackpool fýra pláss frá niðurflyting, men munurin er tó sera lítil. Bert tvey stig eru á muni millum nummar 18 og 24, so stig skulu á kontina hjá Claus og teimum, um niðurflytingarvandin skal fáast burtur.