Fyrrverandi blaðstjórin á Se og Hør, Henrik Qvortrup, varð fyri løtu síðani dømdur í fongsul í málinum um, at blaðið hevur gjøgnum ta sonevndu tys-tys-kelduna, fingið upplýsingar umvegis gjaldkort, hvar kend fólk hava ferðast.
Persónurin handan tys-tys-kelduna, Peter Bo Rasmussen, er dømdur í fongsul í eitt ár og seks mánaðir, og hald verður lagt á 365.000 krónur
Henrik Qvortrup, sum var blaðstjóri á Se og Hør, verður dømdur eitt ár tríggjar mánaðir í fongsul. Hann skal í fongsul beinanvegin at sita tríggjar mánaðir av dóminum. Restin av dóminum er treytaður.