Samgongan lovaði, at betra um umstøðurnar hjá teimum privatu miðlunum, men seinasta árið er støðan bara versna, tí kappinging um lýsingarpengarnar, frá KVF og Televarpinum er bara harðnað. Vit hava fleiri ferðir áður heitt á landsstýriskvinnuna á økinum um at loysa málið, men higartil er støðan bert vorðin verri.
Vit mótmæla, at miðlastuðulsnevndin ikki vil gjalda miðlastuðulin út í ár, men hevur útsett tað til 2024. Harafturat mótmæla vit, at 100.000 kr. eyka eru settar av til at umsita miðlastuðulin.
Skipanin sum nú er, gevur bert bløðunum nógva eyka umsiting, og um hetta heldur fram, mugu bløðini seta í starv ráðgevarar, ið kunnu søkja um miðlastuðul. Av tí at landsstýriskvinnan í mentamálum, einki hevur gjørt fyri at betra um støðuna hjá teimum privatu bløðunum, hevur Føroya Blaðútgevarafelag biðið um fund við løgmann, og heitt á hann um at loysa málið um verandi miðlastuðulsútgjald beinanvegin, og tryggja umstøðurnar hjá blaðmiðlunum so vit framhaldandi kunnu hava føroysk tíðindabløð.
Blaðútgevarafelagið
Jóhann Lútzen, blaðstjóri Norðlýsið
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin
Jonhard Hammer, blaðstjóri Dimmalætting