Blái vongur á odda í Danmark

Fyri fyrstu ferð í trý ár stendur blái vongur í Danmark til at fáa felstar atkvøður við eitt fólkatingsval, vísir veljarakanning hjá Voxmeter.

Blái vongur er sterkastur í kanning, um fólkatingsval var í morgin.

 

Tað vísir seinasta veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.

 

Her er yvirlit yvir kanningina. Tølini í klombrum er úrslitið á fólkatingsvalinum 5. juni í 2019:

 

Javnaðarflokkurin: 26,4 prosent - 48 tingsessir (25,9 prosent – 48 tingsessir).

 

Tey Radikalu: 5,4 prosent - 10 tingsessir (8,6 prosent – 16 tingsessir).

 

SF: 8,1 - 15 tingsessir (7,7 prosent – 14 tingsessir).

 

Eindarlistin: 8,0 prosent - 15 tingsessir (6,9 prosent – 13 tingsessir).

 

Alternativið: 0,7 prosent - 0 tingsessir (3,0 prosent – 5 tingsessir).

 

Veganaraflokkurin: 0,0 prosent - 0 tingsessir (0,0 prosent – 0 tingsessir).

 

Venstri: 15,2 prosent - 28 tingsessir (23,4 prosent – 43 tingsessir).

 

Danski Folkaflokkurin: 6,2 prosent - 11 tingsessir (8,7 prosent – 16 tingsessir).

 

Liberal Alliansa: 3,7 prosent - 7 tingsessir (2,3 prosent – 4 tingsessir).

 

Tey Konservativu: 15,1 prosent - 28 tingsessir (6,6 prosent – 12 tingsessir).

 

Kristindemokratarnir: 1,7 prosent - 0 tingsessir (1,7 prosent – 0 tingsessir).

 

Nýggju Borgarligu: 7,0 prosent - 13 tingsessir (2,4 prosent – 4 tingsessir).

 

Onnur: 2,5 prosent - 0 tingsessir (2,8 prosent – 0 tingsessir).

 

Reyði vongur, tilsamans: 48,6 prosent - 88 tingsessir (52,1 prosent – 96 tingsessir).

 

Blái vongur, tilsamans: 48,9 prosent - 87 tingsessir (47,7 prosent – 79 tingsessir).

 

Mesta óvissan fyri flokkarnar í hesari kanning er umleið +/- 2,7 prosentpoint.

 

Veljarakanningin hjá Voxmeter er gjørd við samrøðum í tíðarskeiðinum 1. november 2021 til 6. november 2021 við 1006 umboðandi útvald fólk 18 ár og eldri.

 

Kelda: Voxmeter fyri Ritzau.

 

/ritzau/