Politikararnir eiga at standa til svars fyri tað, teir hava gjørt, og sjálvur haldi eg, at forsætisráðharrin eigur at koma fyri ein ríkisrætt. Tað hevði fingið politikararnar at aftra seg við at draga landið upp í eitt kríggj eina aðru ferð.
Tað sigur bretski generalurin Michael Rose við blaðið Mail on Sunday. Generalurin, sum var ovasti fyri ST-deildunum í Sarajevo í Bosnia í nítiárunum, sigur, at hann hevði í hvussu er ikki valt at fara í kríggj á einum so tunnum grundarlagi, sum bretska stjórnin hevði, tá hon gjørdi av at fara í kríggj við Irak.
Fyri einum góðum ári síðani skutu 23 parlamentslimir upp at leggja ríkisrættarsak ímóti Tony Blair. Uppskotið fall, men tað vakti kortini stóran ans, tí eitt tílíkt uppskot hevur ikki verið í parlamentinum tey seinastu 198 árini.