Bretski forsætisráðharrin Tony Blair var tann einasti, sum hevði kunnað fingið George W. Bush, forseta at slept ætlanini at fara í kríggj við Irak á vári í 2003.
Tað sigur fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan í samrøðu við bretska blaðið Times. Í samrøðuni sigur Annan, at hann hevur ofta hugsað um, hvat hevði hent, um Blair hevði sagt: "George, her skiljast vegir okkara, og nú gerst tú, sum tú vilt".
-Eg haldi veruliga, at tað hevði forðað fyri, at kríggið yvirhøvur kom, sigur Annan við blaðið.
Kofi Annan var ST-aðslskrivari, tá kríggið við Irak byrjaði tann 20. mars í 2003. Í samrøðuni við Times avsannar hann gitingar um, at hann og amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell høvdu møguleikan at forða fyri kríggi við at fara frá.