Vit brúka alt ov nógv klæðir og vit tveita alt ov nógv klæðir burtur.
Tað staðfesta tey í Tórshavnar Býráð, nú tey enn eina ferð skipa fyri umhvørvisviku.
Hesa ferð er er umhvørvisvikan frá 4. til 11. mai, og tá fara tey at seta kikaran á nakað so jarðbundið og gerandisligt sum okkara ovurnýtslu av klæðum.
Tey siga, at bara í fjør innfluttu vit klæðir fyri 145 milliónir krónur, men samstundis vísa kanningar í Danmark, at hvør dani tveitir 16 kilo av klæðum burtur um árið.
Tey, sum fylgja við rákinum, vita, at mótin skiftur í heilum, og at tað, sum var modernað í heyst er ikki modernað nú í vár – og so er at keypa nýtt, hóast gomlu klæðini ikki eru slitin.
Tey, sum gera klæðir arbeiða út frá tí, at klæðir verða bara brúkt nakrar fáar ferðir áðrenn tey verða burturbeind, siga tey, sum skipa fyri umhvørvisvikuni.
Samstundis eggja lágu prísirnir fólki til at keypa nógv klæði og av tí sama enda klæðir, sum ikki verða seld, og klæðir, sum eru farin av móta, ofta sum burturkast.
– Okkara ovurnýtsla av klæðum er ikki burðardygg. Vit gjalda minni fyri meira klæðir, men samanumtikið eru tað fólk aðrastaðni, og umhvørvið, ið sita eftir við rokningini og avleiðingunum, siga tey.
Tí fara tey nú at seta kikaran á hesi viðurskiftini, bæði við fyrilestrum og verkstovum, við tí endamálið at vísa fólki, hvussu vit kunnu endurnýta og umskapa brúkt klæðir, og hvussu vit velja burðardygg klæðir, tá vit keypa nýtt.