Blatter og Platini møguliga útistongdir í fleiri ár

Etiska nevndin hjá FIFA er nú liðug at kanna tveir av máttmiklastu monnunum í altjóða fótbólti.

Etiska nevndin hjá FIFA er nú liðug við kanningarnar av Michel Platini, UEFA-forseta, og Sepp Blatter, FIFA-forseta, har báðir eru undir illgruna fyri fíggjarsvik.


Sambært bretska blaðnum The Guardian, so hevur nevndin heitt á leiðaran fyri dómsnevndina hjá FIFA, Hans-Joachim Eckert, um at leingja bannið hjá Blatter og Platini.


Keldur hjá blaðnum vilja vera við, at formaðurin í dómsnevndini fer at møtast við Blatter og Platini seinni í vikuni, har teir fáa upplýst hvørjar ákærurnar eru. Sum skilst, so mælir Etiska nevndin til at banna báðir í fleiri ár.


Avgerðin fellur tó ikki fyrr enn í fyrsta lagi í desember, og teir báðir ákærdu fáa eisini møguleikan at reinsa seg sjálvar á einum fundi við formanninum í Dómsnevndini,


Tað var í september í ár, at Etiska nevndin valdi at fyribils banna Blatter og Platini, aftaná at illgruni var um, at Blatter í 2011 ólógliga skal hava rindað Platini umleið 14 milliónir krónur fyri tænastur. Platini skal hava fingið peningin stutt áðrenn Blatter varð afturvaldur sum FIFA-forseti, og illgruni er um, at talan var um mutur av onkrum slag. 


Teir ákærdu hava tó ført fram, at talan er um eitt seinkað gjald fyri tíðina, ið Platini virkaði sum ráðgevi fyri Blatter í tíðarskeiðinum 1998 til 2002.


Platini og Blatter taptu í síðstu viku eina kæru, um at seta fyribils bannið úr gildi, men hava báðir boðað frá, at teir ætla at kæra málið til Altjóða Ítróttardómstólin í Lausanne, CAS.