Trivnaðartænastan, sum er ein deild undir Nærverkinum, hevur nú fingið boð uppá at spara 2,3 milliónir. Harumframt frættist eisini herfyri, at stovnar fyri børn og ung skulu spara 5,2 milliónir.
Hetta eru sparingar, sum av álvara fara at merkjast. Hetta er ikki ein tunnil ella eitt vegarbeiði, sum kann útsetast, men menniskjaligar lagnur, sum fara at kenna sviðan av sparingunum
Undan valinum sólaðu allir flokkar sær í teimum bleytu virðunum, men sum ikki einaferð, so er hetta valagn – og tað er ótrúligt sum hetta er gott agn – kann sigast. Nógvir veljarar býta í hetta agni, men sumaltíð eru hetta tóm lyfti.
Trivnaðartænastan
Trivnaðartænastan skal spara 2,3 milliónir. Hetta er sami kostnaður, sum at reka eitt sambýli.
Tað verða, sum er, ikki sett fleiri starvsfólk á stovnunum – og sum skilst, so er alt skeiðsvirksemi og øll førleikamenning løgd á ís. Ongir avloysarar skulu inn á stovnararnar – so hetta fer uttan iva at hava stóra ávirkan á gerandislívi hjá búfólkum og starvsfólkum, sum eru á stovnunum. Tað pedagogiska menningin steðgar upp – og hetta kann eisini hava keðiligar ávirkanir á lívið hjá búfólkunum, sum hava brúk fyri pedagogiskari stimbran.
Er hetta í tráð við samgonguskjalið? Ein nýggj føroysk forsorgarlóg hevði hægstu raðfesting hjá landsstýriskvinnuni, tá hon ok sæti sum landsstýriskvinna – og sum skilst, so er hetta arbeiðið eisini lagt á ís. Kunnu vit sum eitt vælferðarsamfelag, sum vit í orð og talu kalla okkum, liva við ikki at hava eina nútíðarhóskandi forsorgarlóg. - Eina lóg, sum eisini greitt ásetur, hvat endamálið er við sambýlunum.
Landsstýriskvinnan, Rósa Samuelsen segði við Sosialin tann 28 januar, at tað sum er lívsneyðugt ikki skal sparast. Alt skeiðsvirksemi skal leggjast á ís og steðgur er í øllum starvsetingum.
Mín spurningur er: Hvat er lívsneyðugt ?.
Hetta eru ikki nakrar upplyftandi útsagnir frá okkara Landsstýriskvinnu, men harafturímóti
veruligar kreppuútsagnir.
Børn og Ung
5,2 milliónir skulu sparast á virkseminum fyri børn og ung. Hetta kemur at hava stóra ávirkan á núverandi stovnar, sum eru Rókin, Slóðin, Barnaheimið og Familjuhúsið. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur ført fram, at hetta fer ikki at ávirka núverandi virksemi –
og tað tykist mær ógvuliga løgið. Sum støðan er í dag, so vita starvsfólk á hesum stovnum hvørki um tey eru keypt ella seld. Rósa Samuelsen førdi í Degi og Viku fram, at ein arbeiðsbólkur var settur fyri at finna útav, hvussu økið framyvir skal síggja út ella rekast, og at ein niðurstøða skuldi koma í hesi vikuni. Vit fingu ikki at vita hvør situr í hesum arbeiðsbólki – og starvsfólk og børn á teimum ymisku stovnunum eru sera ótrygg yvir hvussu framtíð teirra fer at síggja út. Á onkrum stovnum er støðan so mikið álvarslig, at starvsfólk eru einsamøll á vakt alt samdøgnið – og børnini, sum eru á stovninum eru illa fyri og krevjandi, at starvfólkini als ikki kunnu taka ábyrgd av hesum børnunum. Stovnsleiðslurnar hava eisini fingið at vita, at tey ikki kunnu taka avloysarar inn um tey hava brúk fyri hesum. So tað er eitt stórt maktarloysi, sum valdar á økinum.
Alment umsorganarsvik
Tá børn og ung verða innskrivaði á ein stovn, eru ymiskar orsøkir til tess. Hetta eru børn, sum á ein ella annan hátt ikki kunnu búgva heima – og mangan krevja ein stóra eyka pedagogiskan innsats. Sum støðan er nú, so kunnu starvsfólk ikki veita hendan pedagogiska innsatsin, tí tað er ikki nokk av starvsfólkum at taka sær av børnunum. Eg vil kalla hetta almennt umsorganarsvik. Mín áheitan til landsins myndugleikar er tískil. Skapið karmar fyri hetta økið ístaðin fyri at bróta karmarnar niður !
Jarvin Feilberg Hansen
Formaður í Føroya pedagogfelag