Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, í dag á vitjan í Ísrael, sambært AFP.
- Hetta er ein avgerandi løta - helst besti og kanska eisini seinasti møguleiki at fáa gíslarnar heim, fáa vápnahvíld og finna ein veg móti varandi friði og trygd, segði hann.
Blinken segði eisini, at amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sent hann "at fáa avtaluna upp á pláss og yvir málstrikuna".
Blinken lendi sunnudagin í ísraelska stórbýnum Tel Aviv. Endamálið við vitjanini hjá uttanríkisráðharranum er ein nýggjur samráðingarfundur í Kairo hesa vikuna.
/ritzau/