Blokkurin hækkar ikki kortini

Um blokkstuðulin úr Danmark til Føroyar hækkar slakar níggju milliónir krónur í ár, so er tað beinleiðis brot á samgonguskjalið hjá BADH-samgonguni.

Hóast Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at avtala er gjørd við donsku stjórnina um, at ríkisveitingin í ár hækkar við sløkum níggju milliónum krónum, so verður tó ikki talan um nakra hækking.

Tí um blokkstuðulin hækkar hesar níggju milliónir, so er tað brot á samgonguskjalið. Tí í samgonguskjalinum stendur soleiðis:

»Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.«

Og hesar »vanligu meirinntøkur«, sum er skattur og avgjøld (Fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum, standardkontur, konto 61 »skattur og avgjøld), vaksa sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum við 106 milliónum krónum. Rokna vit 15 prosent av 106 milliónum krónum, so verður tað 15,9 milliónir krónur, sum skulu mótroknast økingini í blokkstuðlinum, sum altso bara er slakar 9 milliónir krónur.

Soleiðis kann staðfestast, at skal samgonguskjalið haldast, so skal blokkstuðulin ikki hækka í ár.