BMW 330d ? við 6 syl. turbodiesel motori

Við 6 syl. dieselmotorinum er BMW 330d ein bilur, har tað so at siga ikki merkist at hann er diesel. Motorurin larmar lítið, kraftar væl, eins og brennievninýtslan er sera lág

 

Við 6 syl. dieselmotorinum er BMW 330d ein bilur, har tað so at siga ikki merkist at hann er diesel. Motorurin larmar lítið, kraftar væl, eins og brennievninýtslan er sera lág



Bilar

Magnus Gunnarsson


Tann væl umtókti 6 syl. commonrail turbodiesel motorurin, sum er at finna í fleiri øðrum BMW bilum, fæst nú eisini í 300 røðini. BMW eru komnir sera væl frá at minka um ristingarnar og harðligu motorgongdina, sum eykenna vanligar dieselmotorar. Tað er bert í tómgongd, at tað líka merkist, at bilurin er diesel. Undir koyring er 330d eins og ein bensindrivin bilur at koyra.


BMW 330d


Motorurin 6 syl. 2.9 litur diesel 184 hk

v/ turbo og commonrail innspræning


0-100 km/t 7,8 sek.


Oljunýtsla 14,9 km/l


Dekkstødd 205/50-17


Stødd og vekt

Longd 447 cm

Breidd 174 cm

hædd 142 cm

Eginvekt 1475 kg

Viðførisrúm 440 litrar