Boða frá skjóting og revolvara

Sunnudagurin og mánanáttin vóru rættiliga friðarlig, tó at løgreglan fekk fráboðan um skjóting á Argjum, og ferðamaður segði seg verða hóttan við revolvara. Um 11-tíðina sunnumorgunin fekk løgreglan fráboðan um at ein bilur var farin út av vegnum millum Hósvík og Kollafjørð. Tað hendi ikki stórur skaði, men seinni vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður, og verður nú skuldsettur fyri spirituskoyring.

Sunnukvøldið um 23-tíðina fekk løgreglan eina fráboðan um ein svartan bil á Argjum, har onkur helt seg hava hoyrt onkran skjóta úr bilinum, kanska við einari luftbyrsu. Løgreglan fann tó einki.

Um 6.30-tíðina kom ein týskur ferðamaður inn á løgreglustøðina at boða frá einari hóttan. Hann hevði staðið niðri á Farstøðini í Havn, tá ein bilur kom framvið, og týskarin helt upp á, at menninir í bilinum hótti hann við einum revolvara.

Løgreglan rannsakaði bilin, men fann ongan farveg av nøkrum revolvara, og týskarin fór avstað við Norrönu í morgun.