Einki av teimum trimum innkomnu tilboðunum upp á nýtt røktarheim á Boðanesi var nøktandi, og tí verður heimið bjóðað út av nýggjum. Tað skuldi ganga so skjótt, men nú er stíður komin í.
Boðanesheimið, sum Tórshavnar býráð ætlar at byggja yviri við Strond, var sera høgt raðfest, og undantøk vórðu gjørd í mannagongdum, fyri at heimiið kundi projekterast, bjóðast út og byggjast. Men tá útvaldu byggifyritøkurnar lótu síni tilboð inn, stóðu tey ikki mát við krøvini hjá býráðnum.
Tilboðini skuldu vektast eftir ávísum krøvum, sum taldu soleiðis:
Arkitetkturur 20%
Funktionalitetur 20%
Tilfar/góðska 15%
Tilboðsupphædd 20%
Samsvar við byggiskránna 25%
Stigatalvan var frá 1 til 9, men einki av innkomnu tilboðunum kom upp á 4. Tí samtykti býráðið í gjárkvøldið, at biðja tær tríggjar byggifyritøkurnar, J&K Petersen, Articon og MT Højgaard um at koma við nýggjum tilboðum.
Ein treyt er tó, at feløgini ikki lata somu tilboð inn aftur, men gera nýggjar útrokningar.
Freistin at lata nýggju tilboðini inn er 1. september.