Boðskapin út til fjølmiðlar og borgara

Ein kunningarráðgevi, sum dugur at skilja, hvussu fjølmiðlar hugsa, skal styrkja samskiftið hjá landsstýrinum úeftir. Løgmaður heldur, at politikararnir duga ov illa at fáa boðskapin fram

Løgmansskrivstovan søkti herfyri eftir einum kunningarráðgeva. Tíðaravmarkaða starvið hevur ikki hissini arbeiðsuppgávur tengt afturat sær.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, dylir ikki fyri, at hann kann hugsað sær ein persón, sum dugir at skilja, hvussu pressan hugsar og arbeiðir, sum hann málber seg.
- Politikararnir vita ikki nóg nógv um at fáa boðskapin fram, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað er so ætlanin, at hesin kunningarráðgevin skal virka fyri, at fáa tað rættan boðskapin út til miðlarnar, soleiðis at borgarin skilur hann.
- Men her so avgjørt ikki talan um nakra spindoktara. Her er tað ein spurningur um at duga at leggja síni sjónarmið fram. Vit hava ongan áhuga í at manipulera við miðlunum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í skrivandi stund er kunningarráðgevin ikki settur, men setanin er mestur ikki meira enn nakrar dagar burtur.
Fyri ritara
Tann nýggi kunningarráðgevin kemur fyri ein ístaðin fyri løgmansritaran. Anfinn Kallsberg hevði ein tílíkan ein part av sínari tíð sum løgmaður. Ì Danmark verður hetta heitið rópt fyri ministersekretær. Men Jóannes Eidesgaard vil heldur hava ein kunningarráðgeva enn nakran ritara burturav.
- Vit vilja heldur hava ein persón at formidla tíðindi frá landsstýrinum og tí almenna út til fólkið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Arbeiðið hjá tí nýggja kunningarráðgeva fer eisini fyri tað nógv at snúgva seg um at vera bindilið millum landsstýrið og miðlarnar.
- Tað er týdningarmikið at hava ein persón, sum skilir, hvat miðlarnir hava áhuga fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.
Kunningarráðgevin skal sambært starvslýsingini hava útbúgving innan samfelagsfrøði, búskaparfrøði, miðlar ella líknandi. Ætlanin er, at kunningarráðgevin skal ráðgeva øllum landsstýrinum.
Nógv meira opið
Í samgonguskjalinum stendur at lesa um, at ABC samgongan ætlar sær at skapa størri opinleika. Ein kunningarráðgevi skal so vera eitt stig á leiðini. Løgmaður leggur eina við, at tað ikki bert eru orð í samgonguskjali, men nakað, ið landsstýrið veruliga ætlar at fremja.
- Opinleikin er somuleiðis rættiliga skyldubundin fyri alla umsitingina, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur harumframt, at tað er ógvuliga stórur munur á opinleikanum og leiklutin hjá fjølmiðlunum, síðani hann á fyrsta sinni sat í landsstýrinum frá 91 til 96.
- Fjølmiðlarnir hava sera stóran týdning í dag, og týdningurin verður helst enn størri í framtíðini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Nýttu ráðgeva í valstríðið
Ein fjølmiðla ella samskiftisráðgevi er ikki nakað fremmant fyri Jóannes Eidesgaard ella Javnaðarflokkin. Við løgtingsvalið í ár nýttu flokkurin samskiftisráðgevara fyri betri at fáa sín boðskap fram undir valstríðnum. Formaðurin í Javnaðarflokkinum minnist serliga eitt dømi.
- Vit hildu tíðindafund um valskránana, og vit høvdu ætlað okkum at leggja eini tjúgu punkt fram, men har segði ráðgevin, at tá eru tað ikki vit, men fjølmiðlarnir, ið velja hvat dentur verður lagdur á, sigur Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarflokkurin royndi eisini at leggja nøkur kend fjølmiðlafólk á valevnalistarnar við sama val.
- Eg haldi ikki, at tað var nakar taktikkur frá okkara síðu at velja fjølmiðlafólk, men tað eyðsæð, at fólk, sum eru kend, hava størri møguleika at verða vald enn onnur, sigur Jóannes Eidesgaard.