- Boðskapurin er hin sami

Hetta sigur Heine Lützen, sum í gjár kom á marknaðinum við nýggju fløgu síni, Brotin, sum 3'arin í SMS gevur út

Ein av okkara allarbest dámdu andaligu sangarum er uttan iva Heine Lützen. Fyri góðum fýra árum síðani gav hann út fløguna, Tíðirnar skifta, sum bleiv seld í umleið 3.000 eintøkum, og harvið gjørdist ein tann mest selda føroyska fløgan í nítiárunum. Í gjár kom so næsta fløgan hjá Heina, Brotin, í handlarnar, og talan er um eitt verk, har góðskan er sett í hásæti.


3'arin stendur fyri øllum

Tað er 3'arin í SMS, sum stendur fyri bæði framleiðslu og sølu av fløguni hjá Heina Lützen. Hetta sigur Heini er ein øgiligur lætti, tí at hann harvið kann hugsa um tónleikin og einki annað.

Um sjálvan tónleikin á fløguni sigur Heine, at hann er meiri nýmótans, enn hvat hann var á teirri undanfarnu fløguni. Hetta merkir tó ikki, at fløgan er til ungfólk burturav, men heldur til allar aldursbólkar, sigur Heine Lützen, og leggur aftrat, at tað týdningarmiklasta á sjálvari fløguni er boðskapurin.

Heine Lützen er sera væl nøgdur við fløguna, nú hon er komin á marknaðin, og sjálvur heldur hann, at henda fløgan er meiri gjøgnumførd enn tann undanfarna, millum annað tí at Regin Guttesen sera hegnisliga hevur staðið fyri framleiðsluni av fløguni. Regin hevur eisini gjørt tvey av løgunum á fløguni.|

Tónleikararnir, sum spæla við á fløguni, teljast eisini millum teir bestu í landinum. Millum tónleikararnar eru eitt nú Niclas Johannesen á guitar, Jan Zachariassen á bass, Jógvan Zachariassen á fagot, Jákup Zachariassen á steel guitar og Regin Guttesen á ljómborði. Haraftrat hevur Óli Poulsen staðið fyri ljóðblandingini.

Heine Lützen sigur, at hann hevur arbeitt við fløguni í umleið hálvtannað ár, tá ið hann av álvara fór at arbeiða við tankanum um eina nýggja fløgu, og størsti parturin av tónleikinum á fløguni er smíðaður síðani tá.


3'arin stendur fyri øllum

Sum áðurnevnt, so er tað 3'arin í SMS, sum stendur fyri øllum í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni hjá Heina Lützen. Leiðarin av fløgudeildini í 3'arinum, Høgni Zachariassen, sigur, at talan er um fyrstu fløguútgávuna í ár, har 3'arin stendur fyri øllum. Høgni sigur, at hetta er fyrstu ferð, at 3'arin stendur fyri eini útgávu hjá Heina, men tá ið teir hoyrdu um ætlanina og høvdu í huga, hvussu væl móttikin fyrra fløgan hjá Heina var, ivaðust teir í 3'arinum ikki eina løtu, men vóru skjótir at bjóða seg fram til at geva fløguna út.

Fløgan kom sum sagt í handlarnar í gjár, og hon kostar 159 krónur.