Bob er millum teir fyrstu ellivu

Hjá HB eru tvær broytingar sammett við leygardagin, tá ið HB vann 5-0 á heimavølli ímóti B68

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har HB hevur vitjan av KÍ. Talan er um útsettan dyst frá ólavsøkuumfarinum, tá ið HB var upptikið av Europa fótbólti.

 

KÍ er mest sum í somu uppstilling, sum klaksvíkingar vóru í leygarkvøldið, tá ið teir við 3-1 heimasigri ímóti B36 tryggjaðu sær FM heitið. Árni Frederiksberg er leikbannaður, og í hansara stað er Bob Sumareh millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður og hevur ikki verið millum teir fyrstu ellivu síðani 27. august, tá ið KÍ á heimavølli vann 2-0 ímóti NSÍ.

 

Tað eru tvær broytingar á HB liðnum. Adrian Justinussen og Pætur J. Petersen eru í kvøld á beinkinum. Í teirra stað eru millum teir fyrstu ellivu Hørður H. Askham, sum var leikbannaður, tá ið HB leygardagin vann 5-0 á heimavølli ímóti B68, og Stefan Radosavljevic var á beinkinum ímóti B68.

 

Heri H. Mohr var ikki á listanum ímóti B68. Í kvøld er hann á beinkinum.

 

HB – KÍ kl. 19.00

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Bartal Wardum, Heðin Hansen, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Michal Przybylski, René S. Joensen, Dan í Soylu – Jákup L. Thomsen, Stefan Radosavljevic, Mikkel Dahl

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Bob Sumareh, Páll A. Klettskarð